Kunna ikki longu USA um álop

Fleiri lekar til amerikanskar fjølmiðlar fáa bretsku løgregluna at gevast við at lata USA upplýsingar um álop.

 

Tað skrivar BBC uttan at ávisa keldu til upplýsingarnar. Orsøkin eru fleiri lekar til frá amerikonsku myndugleikunum til fjølmiðlar í USA.

 

Harvið verður USA ikki hildið kunnað á sama hátt um kanningarnar av sjálvmorðsálopinum, sum mánadagin kostaði 22 fólkum lívið eftir eina konsert við poppstjørnuni Ariana Granda í Manchester Arena.

 

Bretar eru vreiðir um fleiri lekar til amerikanskar miðlar um álopið í Bretlandi.

 

Bretsk embætisfólk vóru serliga firtin um, at myndir av skaðum eftir bumbuálopið og myndir av bumbulutum vórðu prentað í The New York Times.

 

Eisini navnið á manninum, sum hildið verður framdi illgerðina, 22 ára gamla Salman Abedi, vórðu prentaðar í amerikanskum miðlum, áðrenn bretar høvdu almannakunngjørt navnið. Tað verður gjørt til tess at sleppa undan, at samsek fólk skulu rýma.

 

Hósdagin upplýsiti Mike McCaul, sum er formaður í nevndini fyri tjóðartrygd í Umboðsmannatinginum, at sama slag av spreingievni varð brúkt í álopinum í Manchester sum í álopunum í París í 2015 og í Brússel í fjør.

 

Tá bretski forsætismálaráðharrin hittar amerikanska forsetan á Nato-toppfundi í dag, fer Theresa May at tosa við Donald Trump um lekarnar.

 

Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.

 

Bretski innanríkisráðharrin, Amber Rudd, hevur fyrr sagt við BBC at hon er sera ónøgd við, at amerikanarar almannakunngera upplýsingar, sum tey hava fingið frá bretum, áðrenn bretar sjálvir eru tilreiðar at kunngera upplýsingarnar.

 

Hann kallaði støðuna irriterandi.

 

Eisini løgreluleiðslan og borgarstjórin í Manchester hava vísa sína ónøgd við lekarnar frá amerikanarunum.

 

Tað eru eftir øllum at døma løgreglukeldur, sum hava likið upplýsingar og ikki Hvítu Húsini, heldur Gordon Corera, sum fæst við trygdarspurningar hjá BBC. Sambært BBC vónar løgreglan, at viðurskiftini skjótt laga seg aftur.

 

/ritzau/