Kunna kirkjufólkið um nýggju kirkjuna á Argjum

Eftir gudstænastuna í Argja kirkju í morgin fara arkitektarnir frá Brim Arkitektum, Magnus Magnussen og Páll Holm Lave, at kunna um nýggju kirkjuna á Argjum.

 

Tekningar verða sýndar fram, og kunnað verður um eitt stuðulsátak í Suðurstreymi til frama fyri kirkjubyggingina.

 

Derhard Jógvansson prædikar, og drekkamuður er á skránni, siga prestarnir í

Argja kirkju.