Leita á in.fo

Fámjiningar fáa kanska tunnil skjótari enn teir varnast

Áki Bertholdsen 11.10.2017 (13:28)

Kunnu fáa bíligan tunnil til Fámjins

Tá ið arbeiðið at bjóða nýggjan Hvalbiartunnil, verður boðið út, eigur at verða miðað ímóti at gera tunnilin til fámjins samstundis.

 

Tað halda bæði Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Og tá ið Løgtingið hendan dagin viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár, vildu teir hava vita um tað ikki bar til at bora Fámjinstunnilin í sama viðfangi sum at nýggi Hvalbiartunnilin verður boraður.

 

Teir ivast ikki í, at tað verður bíligari at bora báðar tunlarnar í sama viðfangi, tá ið boriútgerðin er á staðnum kortini.

 

Annars er ætlanin er Landsverk aftur skal fáa eitt tunlatoymið, sum skal gera tunlar til ymisk smápláss, har tosað hevur verið um at gera tunnil í ein mansaldrar, men sum tey aldrin koma til.

 

 

Les eisini: Nú verður farið at gera tunlar til smábygdir

 

 

Bjarni Hammer sigur, at sostatt kann ætlaða tunlatoymið fara undir Dalstunnilin sum tann fyrsta av teimum, toymið annars skal gera.

 

Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at so verður neyðugt at bjóða Hvalbiartunnilin og Fámjistunnilin í einum.

 

Og tað heldur hann, hevði verið ein skilagóð avgerð. Tað hann hugsar sær, er at fáa Fámjinstunnilin boraðan, so kann vegurin gerast aftan á.

 

Men annars heldur Henrik Old, at tað er heilt átrokandi at fáa Dalstunnilin gjørdan. Hinvegin leggur hann dent á, at tað verður ein politisk semja sum gera av, í hvørjari raðfylgju nýstovnaða tunnilstoymið skal bora tunnil til tey ymisku smáplássini, talan er um, og í fyrstu syftu er talan um tunnuli til Fámjins, Dals, Gjáar og Tjørnuvíkar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her