Kunnu fletta 250 lomb um dagin

Ætlandi verður byrjað at fletta á Krás mikudagin komandi, 27. september.

 

- Nú fjøllini skjótt verða gingin, er løtan komin at biða um tíð at fáa seyðin flettan á løggildum sláturvirki, og her bjóða vit okkum at keypa lombini.

 

Tað sigur Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás í Hósvík, sum er matvøru-og sláturvirki. Hann vísir á, at tá virkið keypir lomb, kemur eigarin til Hósvíkar við lombunum, og síðan er viðkomandi leysur av øllum arbeiðnum.

 

Men, Krás flettir eisini upp á tænastu, sum tey rópa tað. Tað merkir, at tann, sum eigur seyðin, fær krov, høvd og mør aftur. Tá flett verður upp á tænastu, eigur Krás skinn og tálg.

 

- Tað er umráðandi, at seyðurin er reinur og turrur við levering, tí tá verður lættari at halda flettingina reina.

 

Alberg Gaardlykke sigur, at sambært ætlanini, sum fyriliggur, verður byrjað at fletta á Krás mikudagin komandi, 27. september. Síðan verður hildið fram til og við fríggjadagin, 20. oktober.

 

Tá flett verður á Krás, eru gjarna sjey mans knýttir at flettingarlinjuni, og gongur alt væl, kunnu teir - tá best liggur fyri - fletta einar 250 seyðir í einar átta tímar.

 

Men, skulu tey á Krás fletta eitt so stórt tal í átta tímar, skal meginparturin av tí, ið flett verður, vera lomb, og helst ikki meira enn eini 10 prosent annar størri seyður.

 

- Annars fletta vit millum 170-220 seyðir ein vanligan arbeiðsdag, sigur Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás í Hósvík.

 

Í 2016 fletti Krás útvið 3000 seyðir. Árið 2015, sum var eitt fellisár, var talið niðri á umleið 2.200. Besta árið í tali av seyði higartil var 2014, tá tey á Krás flettu slakar 4000 seyðir.