fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2018 (23:02)

Kunnu tekna privata trygging fyri allar føroyingar

Brian Smedemark, stjóri í Trygd, var gestur á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum. Hetta var í samband við uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at veita øllum føroyingum viðgerðartrygd.

 

Hann greiddi frá, at nú ber til hjá fólki at tekna sær eina trygging, sum veitir tær viðgerðartrygd innan 10 dagar. Fyri eina fyritøku kostar ein slík trygging umleið 2.000 krónur um árið fyri hvørt starvsfólk.

 

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum heldur, at tað hevði verið áhugavert, um Landsstýrið kundi teknað eina slíka trygging fyri allar føroyingar.

- Tað hevði verið spennandi at samla eina viðgerðartrygd innan 10 dagar, sum er galdandi fyri allar borgarar í Føroyum, ein privat trygging saman við heilsuverkinum, segði hann við Rás 2.

 

Í samrøðuni við Rás 2 nertir Bárður á Steig Nielsen eisini við valið av næstformanni, har Magni Laksáfoss bleiv vrakaður fyri Helga Abrahamsen og greiddi frá um framløguna hjá hinum gestinum, Jens Paula Petersen, rakstrarleiðara hjá Faroe Origin, sum greiddi frá um tørvin á betri marknaðaratgongd til evropiska marknaðin.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her