Leita á in.fo

Kurdar í Irak skulu á val í dag. Mynd: Ritzau

Sólvit Nolsø 25.09.2017 (10:13)

Kurdar skulu á fólkaatkvøðu í dag

Kurdarnir í Irak skulu á fólkaatkvøðu í dag at geva sína meining til kennar hvørt økið skal verða eitt sjálvstøðugt land ella ikki. Hóast irakisku kurdarnir hava fingið hóttanir og vandi er fyri, at viðurskiftini í økinum gerast enn ótryggari, so halda tey atkvøðugreiðsluna.

 

Tað skriva BBC og Reuters í dag.

 

Kanningar siga, at úrslitið verður eitt ja til loysing. Tað merkir ikki, at kurdarnir í Irak fáa stjálvstýrið við tað sama, tí úrslitið er einans vegleiðandi og skal geva Massoud Barzani, leiðaranum hjá kurdunum, mandat at samráða seg til eina loysn, ið skal loysa økið frá Baghdah og grannalondunum rundanum.

 

Iran og Turkaland eru harliga ímóti fólkaatkvøðuni, tí tey bera ótta fyri, at teirra egnu kurdar eisini vilja krevja tað sama. Støðan er tann sama í Sýria, har kurdar eisini arbeiða fyri at vinna sær loysing.

 

Bæði Iran, Irak og Turkaland hava hótt økið í Kurdiastan við einum aftursvari. Millum annað hevur stjórnin í Baghdad biðið onnur lond um at gevast at keypa olju frá kurdunum, eins og Iran hevur sett eitt forboð at flúgva millum Iran og Kurdistan í Irak.

 

Tað eru umleið 30 milliónir kurdar til og tey eru spjadd í økinum millum Irak, Iran, Turkaland og Sýria. Higartil hava verið noktað nøkur serlig rættindir frá stjórnunum í londunum. Millum annað royndi Saddam Hussein at forða teimum í at nýta sítt egna móðurmál.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her