Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 16.05.2018 (08:15)

KVF hevði serliga deild at fella landsstýrið

Ein av royndastu landsstýrismonnum í Føroyum, Bjarni Djurholm, sigur, at Kringvarp Føroya frá 2011 til 14. september í 2015 hevði eina serliga deild – eina »task force« deild, sum bara skuldi taka sær av samgonguni hjá Kaj Leo Holm Johannesen og samgongufólkum hansara.

 

Hendan deildin varð avtikin 14. september í 2015, sigur fyrrverandi politikarin hjá Fólkaflokkinum, sum gavst sum politikari á løgtingsvalinum 1. september í 2015. Hann stillaði ikki uppaftur, eftir at hava umboðað Fólkaflokkin í Løgtinginum í 21 ár umframt nøkur ár sum varamaður. Hann hevur eisini umboðað Fólkaflokkinin í landsstýrinum í hálvt áttanda ár, har hann umsat vinnumál.

 

Bjarni Djurholm kemur við hesi skuldseting ímóti Kringvarpi Føroya á Facebook í gjárkvøldið, har hann finst at orðaskiftinum millum Henrik Old og Ólvuvá Klettskarð í Degi og Viku, har tey umrøddu tunlarnar norður um Fjall á Borðoynni og tunnilsraðfestingar sum heild.

 

Sambært fyrrverandi landsstýrismanninum, so eru tíðindafólkini í Kringvarpinum so útspekulerað, at tey ikki seta samgongupolitikarum kritiskar spurningar. Tey lata tilvitað samgongufólk sleppa geva andstøðuni skuldina.

 

– Óluva og Tjóðveldi vóru ímóti at viðgera tunnilsloysnina frá Norðuroyartunnlinum. Hon steðgaði framskundanini, men slapp ótarnað í kvøld at gera seg til talskvinnu fyri at fáa tunnlarnar gjørdar beinavegin – men tað var kanska evsta endamálið hjá KvF – at gera Óluvu Klettskarð eina politiska tænastu, nú hon kom í mótvind í Norðoyggjum, sigur Bjarni Djurholm.

 

Og so fær Kringvarpið aftur av grovfíluni:

 

– Sær sjálvum líkt, so hevur KvF eingi kjak, har politiskt bit er í. Seinasta týskvøld var kjak um IMO og útlát hjá skipum. Har var bara uppiíprat millum vert og »kjakararnar«. Soleiðis verður henda samgongan friðað, hóast tað eru upp í leypar av gølumálum at viðgera – men so eiðasørt sigur fyrrverandi politikarin, og hann heldur fram:

 

– Seinasta samgonga fekk ikki eitt andarhald frá KvF eina einastu løtu. Kjak-setuppini vóru púra eyðsýnd tá, vertirnir vóru, saman við táverandi andstøðufólkum, bæði ákærar og dómarar, meðan samgonguumboð vóru á ákærubeinkinum. Fyri ikki at gloyma allar politisku ræðu-framhaldssendingarnar, hvør í fleiri pørtum. Nú er einki, bara kínan og uppiíprát.

 

Ógvusligasta ákæran frá fyrrverandi landsstýrismanninum er, at Kringvarpið undir seinastu samgongu setti útspillingina av samgonguni í system við at skipa eina serliga task-force deild, sum bara hevði til endamáls at fella samgonguna. Hendan task-force deildin í Kringvarpinum varð avtikin 14. september í 2015, sama dag, sum samgonguskjalið millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn varð undirskrivað, sigur tann royndi fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaðurin, sum nú starvast sum varaskúlastjóri í Eysturskúlanum í Havn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her