Leita á in.fo

Barbara Holm 14.06.2018 (20:33)

KVF: - Nú seta vit striku í sandin

- Báðir partar hildu tað frægast at fara hvør til sítt, sigur Rúni Heinesen, stýrisformaður í viðmerking í kvøld.

 

 

Fyri lítlari løtu síðani gjørdist greitt, at Johnny í Grótinum er farin frá sum stjóri í Kringvarpinum. Í tíðindaskrivi frá Krignvarpsstýrinum stóð at lesa, at Stýrið hevur gjørt avtalu við fráfarandi stjóran. Og Rúni Heinesen hevur at kalla einki at leggja aftrat.

 

- Nú seta vit striku í sandin. Báðir partar hildu tað best fyri stovnin at fara hvør til sítt. Tað er tað, sum hetta gongur út upp á, sigur Rúni Heinesen.

 

 

Les eisini: Johnny í Grótinum farin frá sum kringvarpsstjóri

 

 

Hann vil ikki siga, hvørja fráfaringaravtalu Stýrið hevur gjørt við Johnny í Grótinum. Hann vil heldur ikki siga meira um ítøkiligu grundgevingarnar fyri avtaluna.

 

Hendan hendingin kemur í kjalarvørrinum av teldupostamálinu, sum Sosialurin avdúkaði í blaðnum mánadagin. Síðani hevur mikið rok verið um málið, sum vísti, at Johnny í Grótinum hevur skrivað dulnevnt um starvsfólkamál í Kringvarpinum á miðlinum vp.fo og undir navninum hjá Ólavi í Beiti. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her