KVF: Vit mugu sleppa at velja dystirnar

- Vit føla okkum noyddar at taka hesa avgerðina, tá arbeiðsumstøðurnar nú eru, sum tær eru, sigur Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum.

 

Kringvarp Føroya hevur í dag boðað frá, at teir gevast við at senda føroyskan fótbólt beinleiðis á netinum. Tað hevur í eina tíð verið ósemja millum feløgini, FSF og KVF um hvussu stroymingin skal skipast, og trý feløg, KÍ, EB/Streymur og AB, hava noktað Kringvarpinum at stroyma sínar dystir.

 

AB tók sakina í egnar hendur í seinasta umfari og valdi at stroyma dystin móti KÍ sjálvir, á eini skipan hjá FSF.

 

Les eisini Kringvarpið gevst at stroyma

 

- Hetta umfarið vildu vit sleppa at vísa dystin millum B36 og NSÍ, men fingu fyrr í vikuni at vita frá B36, at hesaferð ynsktu teir ikki, at vit vístu dystin. Tá tað er støðan í løtuni, hava vit valt heldur at gevast, sigur Leivur Frederiksen.

 

Hann vísir á, at tá so nógv feløg ikki vilja loyva Kringvarpinum at senda, gerst úrvalið av dystum heldur avmarkað. Tá er tað, at Kringvarpið sigur seg missa redaksjónella frælsið, sum tað stendur í skrivinum, sum feløgini hava fingið frá KVF. Hann vísir á, at tað er týdningarmikið fyri KVF, at tað sjálvt sleppur at avgera, hvørjar dystir, teir vísa, og frítt kunnu taka hesa avgerðina út frá journalistiskum ávum. 

 

Ítróttarredaktørurin heldur, at tað er stórt spell at fjeppararnir skulu missa hesa tænastuna. Leivur Frederiksen sigur, at vanliga hyggja um 500 fólk eftir stroymingini og okkurt um ein triðingur av teimum uttan fyri Føroyar.

- Hetta rakar jú serliga útisetar, sjófólk og tey gomlu, sum kortini ikki hava høvi at fara til dystirnar, og tað er sera harmiligt, sigur hann.

 

Hann smekkar tó ikki hurðina heilt aftur.

- Hetta er okkara støða nú. Um feløgini finna eina loysn um, hvussu stroymingin skal skipast, so eru vit í KVF tilreiðar at byrja aftur, um feløgini ynskja tað, sigur Leivur Frederiksen.