Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 08.11.2018 (15:45)

Kvinna og maður eru nú strikað í sambandi við vígslur

Í sambandi við hjúnavígslu, er støðan nú tann, at bæði vígslubrævið og hjúnabandsbókin eru broytt, soleiðis orðini maður og kvinna eru strikað.

 

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Tað er Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur spurt hana um tað veruliga er satt, at orðini maður og kvinna eru strikað á tí nýggja vígslubrævinum, sum hjún fáa í sambandi við borgarligt giftarmál?

 

Hann vil eisini hava at vita um tað er rætt, at hjúnabandsbókin er broytt, soleiðis at tað ístaðin fyri kvinnan og maðurin nú stendur maki 1 og maki 2,

 

Sirið Stenberg sigur, at hon hevur fingið at vita frá Børne- og Socialministeriet í Danmark, at tey tóku avgerð um at broyta bæði vígslubrævið og hjúnabandsbókina eftir at hjúnabandslógin í Føroyum varð broytt, soleiðis at eisini samkynd kunnu giftast.

 

Sostatt eru hugtøkini kvinna og maður strikað, soleiðis at nú  bara eru nøvnini á temum, sum eru gift, sum verða skrivað í vígslubrævið, og í hjúnabandsbókini stendur maki 1 og maki 2 ístaðin fyri kvinna og maður.

 

Sirið Stenberg sigur, at hetta málsøkið varð yvirtikið á ólavsøku í ár og sostatt kunnu føroyingar av sínum eintingum til at broyta vígslubræv og hjúnabandsbók sum vit vilja.

 

Hon sigur, at annars er tað ikki fyrr enn nú, at hon sjálv gjørdust varug við, at kvinna og maður vóru strikað. Eitt nú varð tað ávíst í Sosialinum nýliga. Men hon heldur, at vit eiga at broyta skjølini soleiðis at vit hava eitt skjal til vígslu ímillum mann og kvinnu, og eitt skjal til samkynd hjún.

 

Nú er tað Eyðgunn Samuelsen, sum umsitur málsøkið og hon er samd í, at hesar broytingar skulu gerast í næstum, sigur Sirið Stenberg.

 

Annars staðfestir Sirið Stenberg, at tey hava ikki tøl fyri, hvussu nógv samkynd pør eru gift í Føroyum síðani lógin varð broytt, tí at eingi tøl eru fyri tí.

 

Tey hava tískil spurt kommunur og sýslumenn, sum hava heimild at gifta pør borgarliga, hvussu nógv pør av sama kyni, tey hava gift. Í flestu førum hevur ráðið fingið upplýst, at ongin av sama kyni er giftur í teirra kommunuk ella í teirra sýslu. 

 

Har kommuna hevur gift pør av sama kyni, verður tað ikki skrásett, hvat kyn tey eru. Soleiðis hevur tað ikki borið til at fáa upplýst, hvussu nógv pør av sama kyni eru gift í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her