Kvinnulandsliðið: Liðið er sett

Um eina løtu fara Føroyar og Ungarn á vøllin í Budapest, og nú er greitt, hvørjar 11 byrja fyri Føroyar

Mona Rasmusdóttir fær møguleikan frá byrjan í dag - Mynd: Bjarni Enghamar

Tað eru broytingar í føroysku byrjunaruppstillingini til dystin móti Ungarn í kvøld, samanborið við undanfarnu undankappingardystir. Mona Rasmusdóttir er fyri fyrstu ferð millum tær fyrstu 11, og harumframt byrjar Sanna Svarvadal á føroyska miðvøllinum.

 

Liðið hjá Føroyum er mannað soleiðis: Óluva A. Joensen verji málið, Mona Rasmusdóttir byrjar á høgra bakki, Ásla Johannesen á vinstra og ímillum tær finna vit Biritu Ryan, Rakul Mariu Johannesen og Saritu M. Mittfoss. Heidi Sevdal, Sanna Svarvadal og Jensa K. Tórolvsdóttir manna føroyska miðvøllin, og tær báðar fremstu eru Julia Naomi Mortensen og Lea Lisberg.

 

Á føroyska bonkinum eru Anna S. Hansen, Valborg Østerø, Tóra Mohr, Tórunn H. Højgaard, Hervør Olsen, Maria á Lakjuni, Maria Biskopstø, Kára Djurhuus og Olga Kristina Hansen.

 

Dysturin millum Ungarn og Føroyar verður spældur á Szusza Ferenc Stadion kl. 16.30 føroyska tíð.

 

Mona Rasmusdóttir fær møguleikan frá byrjan í dag - Mynd: Bjarni Enghamar