fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.02.2018 (10:45)

Kvinnurnar bíða í seks vikur

Djóni Nolsøe Joensen sendi Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein §52 fyrispurning um bíðitíðina hjá føroyskum kvinnum at sleppa til mammografi á Landssjúkrahúsinum.

 

Landsstýriskvinnan svarar, at Landssjúkrahúsið hevur eina avtalu við ein radiolog um at vitja í Føroyum triðju til sættu hvørja viku. Í 2018 verða 11 slíkar vitjanir, sum vara í tveir dagar.

 

Tá verða allar kvinnur, sum hava fingið eina ávísing til mammografi skannaðar. Bíðitíðin verður sjálvandi longri, hjá teimum, ið fáa eina ávísing stutt eftir at radiologurin var her, enn hjá teimum, ið fáa eina ávísing beint áðrenn hann vitjar aftur. Bíðitíðin kann tí vera úr fáum døgum upp í seks vikur, men landsstýriskvinnan sigur, at miðal bíðitíðin eftir mammografi er tvær vikur.

 

Um mammografiin styðjar illgrunanum um krabbamein, tekur radiografurin eina biopsi, sum síðani verður sent til patologiska kanning. Hendan kanningin tekur eina til tvær vikur.

- Um biopsi verður tikin, verður kvinnan samstundis ávíst til bróst-skurðlæknan, sum fráboðar kvinnuni svarið upp á biopsiina, fyrsta hann er aftur í Føroyum, eftir at svarið er komið.

 

Bróstskurðlæknin vitjar í Føroyum umleið fjórðu hvørja viku. Í 2018 verður hann 13 ferðir í Føroyum.

- Landssjúkrahúsið hevur upplýst, at frá tí at biopsi er tikin, til kvinnan fær svar frá bróst-skurðlæknanum, kunnu ganga frá 2 til 5 vikur, í miðal er bíðtíðin 25 dagar. Samlaða bíðitíðin, frá tí at ávísing [um mammografi, journ] verður send til Landssjúkrahúsið og til svar upp á biopsi verður givið, liggur millum 2 og 10 vikur. Í miðal er samlaða bíðitíðin 6 vikur, sigur landsstýriskvinnan.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at eini 35 til 45 kvinnur verða vístar til kliniska mammografi um mánaðin. Tað svara til eini 500 kvinnur um árið.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at hon kundi hugsað sær, at bíðitíðin bleiv stytt. Tí hevur hon heitt á Landssjúkrahúsið um at kanna, um útgreiningartilgongdin fyri bróstkrabba kann skipast øðrvísi, so at kvinnurnar kunnu sleppa fram at og fáa svar skjótari enn í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her