Kvinnurnar hava valdið í høvuðsstaðnum

Nú Heðin Mortensen hevur lagt bý­ráðssessin í Havn frá sær, so verður yvirvágin av kvinn­um enn størri í Tórs­havn­­ar býráð, tí nú sita kvinn­ur­nar á 69 prosentum av bý­­ráðssessunum

Nú Heðin Mortensen hevur lagt bý­ráðssessin í Havn frá sær, so verður yvirvágin av kvinn­um enn størri í Tórs­havn­­ar býráð, tí nú sita kvinn­ur­nar á 69 prosentum av bý­­ráðssessunum.

 

Á býráðsvalinum 8. nov­em­ber í 2016 vóru 8 kvinnur vald­ar í Tórshavnar býráð. 4 fyri Javnaðarflokkin, 3 fyri Tjóð­veldi, 1 fyri Fólkaflokkin og 1 fyri Framsókn.

 

Nú Heðin Mortensen hev­ur lagt sessin frá sær fyri­bils, kemur enn ein kvinna í bý­ráðið, Bjørg Dam fyri Javn­að­ar­flokk­in. Tað merk­ir, at nú eru 9 kvinnur í Tórs­havn­ar bý­ráð og 4 mans.

 

Tilsamans fingu kvinn­ur­nar, sum nú sita í býráðnum, 2.530 atkvøður. Menninir, sum nú sita, fingu tilsamans 1762 at­kvøð­ur. Heðin Mortensen fekk einsa­mallur 2.506 atkøvður – ella við øðrum orðum 24 at­kvøður færri enn allar hesar 9 kvinnurnar til samans og nógvar fleiri enn menninir.