fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 14.11.2017 (17:51)

Kvøldseta á Kambsdali

Heystið er av álvara komið og veturin nærkast. Sum partur av skránni fyri novembur bjóðar Miðnám á Kambsdali til hugnaliga kvøldsetu. Kvøldsetan er eitt tiltak, sum hevur verið afturvendandi í mong ár. Høvuðsendamálið við tiltakinum er at skapa eitt bindilið ímillum lívið innanfyri og uttanfyri skúlans gátt og vísa nakað av virkseminum, sum fyriferst á skúlanum.

Ymiskt spennandi er á skránni og næmingar eru tilreiðar at framføra við tónleiki, leiklist og kórsangi. Eisini verður okkurt kemiskt innslag á skránni, og tveir stuttfilmar verða sýndir.

 

Almenna kvøldsetan verður í kvøld klokkan 19.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her