Leita á in.fo

Marianna Geirsdóttir Eystberg skoraði heili 14 mál í 30-26 (12-14) sigrinum hjá Kyndli móti H71 í kvøld

Heri Simonsen 14.03.2019 (20:10)

Kyndil-H71 30-26: Samanumtøka og samrøður frá FM1

Kyndilskvinnur tóku eitt týðandi fet í kapprenningini við Neistan og H71 um annað plássið í SMS-deildini við at vinna 30-26 á H71 í høllini á Hálsi í kvøld.

 

Unga liðið úr Hoyvík var tó betur í fyrra hálvleiki, og var H71 á odda 14-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki fekk Kyndil betur úrtøku í álopinum, samstundis fingu verjan og málverjin, Jovana Stranjanac betur fatur í H71, og Kyndil vann at enda rímiliga greitt 30-26.

 

Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við heili 14 málum. Bára K. Hansen skoraði sjey mál fyri Kyndil í kvøld.

 

Toppskjútti hjá H71 gjørdist Marita Mortensen við 10 málum. Maria H. Weyhe skoraði fimm mál fyri H71.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum.


2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Geir Wardum taka samanum dystin. Geir heldur, at tað var sera avgerandi fyri dystin, at Kyndil fór at mansverja Maritu Mortensen, ið skoraði 10 mál fyri H71. Avgerandi var eisini fyri Kyndil, at málverjin, Jovana Stranjanac tók fleiri royndir hjá H71.


3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Marionnu G. Eystberg, ið skoraði ikki færri enn 14 mál fyri Kyndil. Hóast sigurin so leggur Marianna eina við, at enn er langt á mál hjá Kyndli, og tær mugu framvegis stríðast fyri at røkka øðrum plássunum og harvið FM-finalum ímóti greiða oddaliðnum, VÍF.


4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hpydal gjørdi við Maritu Mortensen hjá H71, ið skoraði 10 mál. Marita heldur, at royndirnar vóru á muni. Men unga H71-liðið mennist, og Marita vónar, at um ikki so langa tíð kunnu slíkir dystir koppa til eitt H71-lið, ið tá hevur fleiri royndir. 

 

Í Klaksvík vann Neistin 24-20 á Stjørnuni. Í steðginum var Neistin greitt á odda 17-9, men Stjørnan var væl við í seinna hálvleiki, og eitt skiftið var støðan 19-22 til Neistan, men Neistakvinnur fingu tak á dystinum aftur seinastu løtuna og vunnu við fýra málum.

 

Toppskjúttar hjá Stjørnuni vóru Mina og Sonja Sirdal við seks málum hvør. Stina Madsen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við seks málum. Ingun Kristina Persson, Gunnfríð Nólsoy og Fríða á Dunga skutu trý mál hvør fyri Neistan.

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF1544233610626
 NEISTIN153503094119
 KYNDIL14339341-217
 H71153873741316
 STJØRNAN14318343-259
 STÍF15290423-1331


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her