Kyndil-Neistin 24-21: Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr venjararnar, Jeppe Borch (Neistin) og Martin Lellek (Kyndil) taka samanum 1. FM-hálvfinaluna


Venjarin hjá Kyndli, Martin Lellek sá sínar menn vinna 24-21 (12-13) á Neistanum í 1. FM-hálvfinaluni (Savnsmynd)

Venjarin hjá Kyndli, Martin Lellek sá sínar menn vinna 24-21 (12-13) á Neistanum í 1. FM-hálvfinaluni (Savnsmynd)

Kyndil vann sær fyrimunin í FM-hálvfinaluni við at vinna 24-21 á Neistanum í høllini á Hálsi í kvøld. Tað var serliga í seinna hálvleiki tað lá væl fyri hjá kyndilsmonnum. Neistin var á odda 13-12, men í seinna hálvleiki var Kyndil omaná.

 

Hjalti Mohr Jacobsen og David Edvardsen vóru toppskjúttar hjá Kyndli við seks málum hvør. Tummas Pauli Hanusarson skoraði fimm mál fyri Kyndil. Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Tróndur Kragesteen og Rasmus Søby við seks málum hvør. Tróndur Mikkelsen skoraði trý mál fyri Neistan.

 

2. FM-finalan millum Neistan og Kyndil verður spæld sunnudagin klokkan 18. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á FM1.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá seinastu løtuni av dystinum.


2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein vónsviknan venjara hjá Neistanum, Jeppe Borch sum ásannar, at Kyndil var betri í dag, men hann lovar, at tað verður talan um eitt munandi betri avrik sunnudagin.


3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein fegnan Kyndils-venjara, Martin Lellek sum fekk rætt í síni forsøgn, at Kyndil fór at vinna dystin. Martin Lellek undirstrikar tó, at arbeiðið er ikki liðugt enn, men hann hevur góðar vónir til sunnudagin.


4) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Claus Rasmussen taka samanum dystin.