Leita á in.fo

Róku Akralíð og Kyndil fingu eina framúr byrjan á kappingarárið. Savnsmynd.

Sjúrður Hildarson Hoydal 16.09.2018 (17:56)

Kyndil smurdi Team Klaksvík av

Kyndil - Team Klaksvík 32-18 (15-9)

 

Kyndlamenn tóku móti klaksvíkingum í Høllini í Hálsi í dag, og tað vóru heimaáskoðararnir, ið fegnaðust gjøgnum allan dystin.

Liðini byrjaðu rímiliga javnt, men eftir støðuna 3-3 tá ið fimm minuttir vóru farnir, fingu klaksvíkingar ongantíð fatur í Kyndli aftur.

Kyndil setti leikferðina upp, teir vóru grammari í verjuni og hvassir í álopinum, so at teir kundu fara til hálvleiks við støðuni 15-9.


Í seinna hálvleiki runnu teir grønu enn longri frá klaksvíkingunum. Tað vóru langt millum møguleikarnar hjá Team Klaksvík, og tá ið teir komu, so var Jan Pauli T. Johannesen ein múrur í málinum.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var støðan 25-16 til Kyndil, og bæði liðini ásannaðu at dysturin var avgjørdur.


Nógvar útskiftingar vóru framdar hjá báðum liðum, og framvegis eydnaðist einki hjá klaksvíkingum. Seinastu 19 minuttirnar av seinna hálvleiki fekk Team Klaksvík bert tvey mál, eftir at teir ferð eftir ferð brendu móti Jan Paula T. Johannesen, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 32-18 til Kyndil, ið veruliga hevur meldað seg inn millum favorittarnar.


Málskjúttar hjá Kyndli:

Høgni K. Olsen 7, Rókur Akralíð 4, Tróndur Wardum 3, Jóni G. Viderø 3, Tummas P. Hanusarson 3, John í Innistovu 2, Bartal K. Olsen 2, S. Ludvík Súnason 2, Ólavur av Fløtum Mittún 2, Magnus K. Durhuus 2, Hjalti M. Jacobsen 1, Jákup Jørgensen 1


Málskjúttar hjá Team Klaksvík:

Christoffer Madsen 6, Petur Martin Elisasen 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Einar Dam 1, Finnur Hansson 1, Jens Pauli Mohr 1


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her