fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Mynd: Privat

Annika Kunoy Im 12.09.2017 (18:02)

Kynslig misnýtsla: Fólk við menningartarni løtt offur

Durita Strøm er ein teirra, ið hevur hildið fyrilestur á Norðurlendsku ráðstevnuni Bryt Tabút í Norðurlandahúsinum í dag. Sjálv hevur Durita Sotos Syndrom, og hon sigur, at  tað er umráðandi, at fólk við menningartarni eisini verða hoyrd í samfelagnum, og at atlit verður tikið til tær avbjóðingarnar, sum tey møta. Ein av hesum avbjóðingunum er, at tey ofta ikki vita nóg nógv um kynslívið.

 

 

Hon greiðir frá, at hon varð ómetaliga glað, tá hon varð biðin um at luttaka, tí hon heldur, at tað manglar undirvísing á hesum økinum, og hon vil vera við til at varpa ljós á evnið.

 

 

 

Hava ósvaraðar spurningar um sex

 

 

- Nógv fólk við menningartarni skilja ikki, hvat hendir við kroppi teirra og mangla kunning um kynslívið. Tað er ómetaliga gott, at fólk við menningartarni verða hoyrd og sleppa framat til eina slíka ráðstevnu, sigur hon.

 

 

 

- Eisini eru fólk við menningartarni ofta løtt offur og verða lættari kynsliga útnýttaði enn onnur. Summi duga møguliga ikki at siga nei í slíkum støðum, og svarið verður tí tulkað sum eitt ja, sigur hon, og leggur afturat, at hetta er ein trupulleiki, sum vit kunnu gera nakað við, tá vit varpa ljós á evnið og raðfesta undirvísing á økinum.

 

Les alla samrøðuna við Duritu Strøm í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í landinum í Mikudagin


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her