Sasja fer at spæla við liði í kendum universitetsbýi

Aleksandar Lacok fer at spæla í næstbestu svensku hondbóltsdeildini komandi kappingarár

Tey í Lugi bjóða Aleksandar Lacok at vera vælkomnan í felagið

Teir bestu føroysku hondbóltsleikararnir, ið spæla í feløgum uttanlands gerast alsamt fleiri.

 

Nú fer evnaríki málverjin, Aleksandar Lacok eisini av landinum at spæla hondbólt.

 

Valið hjá Aleksandar "Sasja" Lacok er fallið á hondbóltsfelagið, Lugi í kenda svenska universitetsbýnum, Lund.

 

Lugi flutti niður úr bestu deildini, og skal tí spæla í næstbestu svensku deildini komandi kappingarár.

 

Við facebooksíðuna hjá Lugi sigur Sasja, at hann hevur hoyrt um hvussu væl tey duga at menna ungar spælarar í Lugi, og hann sær fram til at mennast sum málverji í felagnum.

 

Emme Adébo, stjóri í Lugi sigur, at tey fingu eitt gott tips um ein góðan málverja í tí framúr góða hondbóltsumhvørvinum í Føroyum. 

 

Nemanja Milosevic, høvuðsvenjari hjá Lugi heldur, at Sasja hevur ein framúr góðan hugburð og vilja til at venja, og hann væntar, at Sasja saman við Oskar Arnell kann blíva eitt tað sterkasta málverjuparið í næstbestu svensku hondbóltsdeildini komandi kappingarár. 

 

Tey í Lugi bjóða Aleksandar Lacok at vera vælkomnan í felagið