Lady Gaga útsett konsertferð

Av tí at hon er sjúk, kemur Lady Gaga ikki til Keypmannahavnar 21. oktober, sum annars ætlað, sigur fyrireikari.

 

Altjóða poppstjørnan Lady Gaga avlýsir ætlaðu rundferðina í Evropa og harvið eisini konsertina, sum skuldi vera í Keypmannahavn 21. oktober.

 

Í tíðindaskrivi sigur fyriskiparin, Live Nation, at listakvinnan við borgarliga navinum Stefani Joanne Angelina Germanotta er vorðin sjúk.

 

– Lady Gaga líður av kropsligari pínu, sum hevur ávirkað førleikar hennara at koma fram á pall. Hon er og verður í viðgerð hjá medisinskum serfrøðingum, sum hava mælt til, at hon útsetir rundferðina, skrivar Live Nation.

 

Sambært Live Nation skulu fjepparar hennara, sum hava keypt atgongumerki til konsertina í Royal Arena, goyma atgongumerkið. Seinni verður upplýst, nær konsertin verður.

 

Lady Gaga skal brúka næstu sjey vikurnar at koma fyri seg.

 

– Hon ynskir at geva fjepparum sínum bestu útgávuna av showinum, hon hevur gjørt til teirra, tá runferðin verður tikin uppaftur, skrivar Live Nation.

 

31 ára gamla poppsangarinndan er eitt vælkent navn á mongum topplistum. Hon hevur selt 27 milliónir album og var á palli í ár til finaluna í amerikonsku fótbóltskappingini, NFL – tað sonevnda Superbowl.

 

/ritzau/