Læknamiðstøð feldi sterka mannin í Betri

Dupultleikluturin hjá Birgiri Nielsen í eini sølu og einum leigusáttmála við Tórshavnar kommunu í sambandi við bygning á Kirkjustræti í Hoyvík hevur nú kostað honum týdningarmikla starvið sum sterkasti maðurin í Betri samtakinum

Dupultleikluturin hjá Birgiri Nielsen í eini sølu og einum leigusáttmála við Tórshavnar kommunu í sambandi við bygning á Kirkjustræti í Hoyvík hevur nú kostað honum týdningarmikla starvið sum sterkasti maðurin í Betri samtakinum.

 

Birgir Nielsen gjørdist nevndarformaður í P/F Betri og Ognarfelag Tryggingartakaranna 21. apríl í fjør.

 

Men í sambandi við søluna av bygninginum hjá Erlingi Bech við Kirkjustræti í Hoyvík og av einum leigusáttmála, sum nýggi eigarin hevur gjørt við Tórshavnar kommunu, er Birgir Nielsen gjøgnum felag sítt, Nira, lagdur undir at hava ein dupultleiklut. Sum nevndarlimur í Betri samtakinum hevur hann ein kappingarklausul, sum m. a. inniber, at hann má ikki handla í stríð við áhugamál hjá Betri samtakinum. Tað merkir millum annað, at hann ikki má starvast sum húsameklari.

 

Áðrenn Tórshavnar kommuna gjørdi leigusáttmálan við nýggja eigaran av bygninginum við Kirkjustræti, var kommunan í samráðingum við Betri samtakið um at leiga bygnignin hjá Betri á Hálsi, har sum Brunatrygging helt til í sínari tíð. Hetta varð av ongum, tá Tórshavnar kommuna valdi bygnigin við Kirkjustræti í staðin.

 

Men sambært tíðindaskriv frá Betri í morgun, sigur Birgir Nielsen, at hann ikki metir seg hava gjørt nakað galið í málinum. Men hann hevur kortini valt at taka seg aftur fyri at forða fyri, at umtalan, sum hevur verið um hansara leiklut í málinum, fær nakra neiliga ávirkan á Betri samtakið.