Leita á in.fo

Sólvá Lindenskov Róadóttir 29.10.2018 (12:40)

Læknar brúka tykisveruleika

Tað vísir seg at tykisveruleiki kann hjálpa at linna pínu og avleiða tankar aðrastaðni, hetta gera læknar sær gagn av og eru nú farnir at nýta tykisveruleika til mangt ymiskt.

 

 

Millum annað nýtir eitt sjúkrahús í Sheffield í Onglandi tykisveruleika til at linna pínu hjá sjúklingum, sum hava brent seg illa, tá teir skula skifta umbinding og reinsa sár.

 

Tað hevur víst seg at leiða tankarnar burtur frá pínuni, meðan sár verða reinsa og umbinding skal skiftast, veruliga hjálpur at fáa sjúklingin at slappa av. 

 

 

 

 

Eisini eru læknar í Amerika byrjaðir at nýta tykisverulika tá børn skula hava sproytu, hetta fyri at leiða tankar teirra burtur frá sproytuni, soleiðis at tey ikki gerast bangin.

 

 

 

Tað hevur eydnast ógvuliga væl, 94.1% av børnunum vóru ikki líka bangin at fáa sproytu meðan tey høvdu tykisveruleika settið á, hetta vísir vrfocus á, á teirra heimasíðu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her