Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.03.2019 (18:29)

Lærarafelagið fegnast um tíðindini frá landsstýriskvinnuni

Lærarafelagið fegnast um, at nýggja landsstýriskvinnan í skúla- og útbúgvingarmálum hevur lurtað í málinum um tímabýtið komandi skúlaár, skrivar Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari í Føroya Lærarafelag á heimasíðuni hjá skúlablaðnum.

 

- Vit óttaðust, at ætlanin um at skerja við lóg tveir tímar í hvørjum floksstigi fór fyrr ella seinni at elva til, at færri tímar vórðu játtaðir til fólkaskúlan. Hetta hevði elvt til, at eini tjúgu lærarastørv fóru at hvørva úr skúlaverkinum, sigur hann.

 

Hann fegnast stórliga um, at Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlanum, eftir øllum at døma ætlar at geva leiðslum frælsi at skerja tímar, um tey ynskja tað, og framvegis halda seg til sama tímabýtislykil. Tó við einum undantaki, sum er, at móðurmálið verður friðað.

 

- Hetta eru aðrir tónar. Trupulleikin er og verður, tá ið tað við lóg verður skorið niður í hvørjum floksstigi. Ikki bert er tað sera illa umhugsað og ikki tengt at gransking ella kanningum, men eisini vendist illa aftur, tá ið hetta ógvusliga stig er framt, sigur hann.

 

Hann sigur, at Føroya Lærarafelag hevur nýtt nógva orku upp á hoyringssvarið til uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini

- Vit hugsavnaðu okkum eitt nú um at vísa á vandan við, at vit mistu lærarastørv, og at vit ikki vildu, at hetta skuldi gerast við lóg. Eisini vístu vit á, at grundgevingarnar fyri serliga at broyta timabýtið í grunddeildini vóru sera tunnar, sigur hann.

 

- Eisini vístu vit á, at ætlaðu broytingarnar í skipanini við 10. flokkum var ivasom og hevði givið okkum færri tímar og harvið viknað um lærarastøðuna. Eisini her tykist landsstýriskvinnan og hennara fólk at hava lurtað og snarað í málinum, sigur Carl Eli Nolsøe Samuelsen.

 

Føroya Lærarafelag hevur tó framvegis eina umbøn til landsstýriskvinnuna.

- Vit vóna framvegis, at undirvísingardagatalið verður minkað úr 198 døgum til 193. Hetta gevur pláss og umstøður til eina góða skúlabyrjan, har lærarar hittast og arbeiða í toymum og fyrireika árið eina viku undan, at børnini møta. Hetta fer eisini at føra við sær, at børn og lærarar fáa eina vetrarferiu, men at lærarar framvegis eru bundnir at arbeiða 198 dagar, sigur hann.

 

Les alt skrivið frá Carl Eli Nolsøe Samuelsen á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her