Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 20.03.2017 (17:52)

Lærarar skulu taka skúlan aftur

- Lærarar skulu taka skúlan aftur.

 

Tað er boðskapurin hjá Herálvi Jacobsen, nú hann stendur at verða afturvaldur sum formaður í Føroya Lærarafelag leygardagin. Einki mótvalevni er og tískil er tað vist, at Herálvur Jacobsen heldur fram sum formaður.

 

Herálvur Jacobsen sigur, at tað eru mong, sum hava eina avgjørda meining um skúlan. Eisini fólk, sum ikki kenna til fólkaskúlan. Hann heldur, at tíðin er komin til, at lærarar aftur leiða kjakið um fólkaskúlan og innihaldið í skúlanum.

 

Les longri samrøðu við Herálv Jacobsen í Sosialinum, sum kemur út í dag.