Lærarin kallaði meg »Beinta Slev«

Drúgv samrøða er í Sosialinum í kvøld við kvinnu, sum hevur verið illa happað bæði sum barn, sum hálvvaksin og sum ung

– Vit gingu í 2 flokki, og eg minnist ikki reiðiliga, hvat og hvussu, men eg sat still, og lærarin stóð uppi við talvuna og skrivaði. So vendi hon sær á og segði:

 

– Ikki sleva so illa Beinta!

 

So vendi hon sær aftur løtu seinni og segði flennandi:

 

– Ikki sleva, Beinta Slev.

 

Soleiðis greiðir ein vaksin kvinna frá í Sosialinum í kvøld um hending, sum hevur fylgt henni alt lívið.

 

– 8 ára gomul børn halda jú, at tað er í lagi at arga eitt annað barn við einum eyknevni, um ein vaksin ger tað, sigur kvinnan, sum staðfestir, at soleiðis gjørdist hon »Beinta Slev«.

 

Drúgv samrøða er í Sosialinum í kvøld við kvinnu, sum hevur verið illa happað bæði sum barn, sum hálvvaksin og sum ung.

 

Happingin steðgaði, tá hon var 28 ár, tí tá flutti úr Havnini. Í greinini greiðir hon frá, hvussu ræðuligt tað var. At tað vóru haturssíður um hana á netinum.

 

–  Eg havi fortrongt nógvar av mínum upplivingum. Ofta, tá eg síggi fólk og kenni tey aftur, so ivist eg ofta, um tað er av góðum ella ringum minnum, at eg minnist persónin. Hevur tú gjørt mær nakað ella ikki?

 

– Í dag livi eg við kroniskum tunglyndi og ótta orsakað av hasum lítla setninginum, sum lærarin segði við meg í 2. flokki, eina lítla 8 ára gamla gentu, sum ikki vildi nøkrum nakað ringt.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið í kvøld og kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo