Leita á in.fo

Søren Bruhn er stjóri í Suðuroyar Sparikassa

Sólvit Nolsøe 18.09.2017 (21:08)

- Lætt at koma inn í føroyska samfelagið

Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, hevur búð í Føroyum í 16 ár. Hann sigur, at tað var lætt at fella til í Føroyum.

 

- Eg havi føroyska konu, so tað var lætt hjá mær at koma inn í føroyska samfelagið, men sum heild haldi eg, at føroyingar eru opnir og gestablíðir, sigur Søren Bruhn.

 

Hann sigur, at hóast hann hevur búð ein stóran part av lívinum í Føroyum, so er hann ikki føroyingur.

 

- Eg havi grindaprógv, dugnaskapsroynd og eg skilji føroyskt, men eg eri ikki føroyingur. Í Danmark siga tey «føroyingur» um meg, men eg kenni meg ikki sum føroying, hóast fólk í Føroyum ofta gloyma, at eg eri danskari, sigur Søren Bruhn.

 

Les longri áhugaverda samrøðu við Søren Bruhn í dagsins Sosiali, ið er komið út í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her