fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 25.09.2017 (08:47)

Lágtrýstini standa í røð

Eitt lágtrýst, 985 hPa, í ein útnyrðing úr Íslandi fer í ein norðan og fyllist. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni beint eystan fyri Føroyar liggur mest sum í stað. Eitt hátrýst, yvri 1040 hPa, yvir norðara partinum av Skandinavia liggur stilt komandi dagarnar. Eitt nýtt lágtrýst, 980 hPa, fer mánadagin í ein norðan og leggur seg í ein útsynning úr Íslandi og eitt tilhoyrandi brúgvalag nærkast okkum týsdagin av vestri. Hetta steðgar tó beint vestan fyri okkum og viknar spakuliga fram móti hósdegnum. Eitt nýtt djúpt lágtrýst, undir 975 hPa, fer fríggjadagin spakuliga í ein norðan og steðgar beint sunnan fyri Ísland og eitt tilhoyrandi brúgvalag fer framvið Føroyar av útsynningi.

 

Í dag lot til gul av landsynningi, 3 til 6 m/s. Í kvøld og í nátt gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10n m/s. Yvirhøvur skýggjað og í støðum támut, men út á dagin sólglottar. Hitin millum 10 og 15 stig.

 

Í morgin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men turt. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, um náttina makar hann vindin. Yvirhøvur skýggjað og møguliga regn. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til1 5 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 4 til 9 m/s, sum snarar í ein landsynning eystan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 8 og 12 stig. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her