Laksafoss spardi Kristini Michelsen 9.000 kr

Hevði Kristin Michelsen biðið um farloyvi úr Løgtinginum fyri at fara til Skotlands at ferðast um vikuskiftið, so hevði hann verið noyddur at tikið farloyvi í sjey dagar – og harvið mist 9.000 krónur av lønini fyri desembermánað og fleiri tingfundir í næstu viku.

 

Magni Laksafoss segði við útvarpið í gjár, at teir báðir tí høvdu avrátt at cleara soleiðis, at Kristin Michelsen bert var burtur tann eina tingdagin, sum var fríggjadagin.

 

– Hetta er ein »gentleman agreement«, sum tingfólk javnan gera, segði Magni Laksafoss við útvarpið.

 

Eftir gomlu tingskipanini, sum var galdandi áðrenn 1995, so var eitt mál ikki samtykt uttan so, at 17 tingfólk atkvøddu fyri. Tá var tað líka mikið, hvussu nógv vóru ímóti. Við nýggju tingskipanini skulu bara fleiri vera fyri enn ímóti einum máli, fyri at tað skal vera samtykt. Tað skulu tó í minsta lagi 17 fólk vera á fundi til eina atkøvðugreiðslu.

 

Um Kristin Michelsen hevði biðið um farloyvi fríggjadagin, so hevði Bjørg Dam í Havn komið á ting fyri hann. Fyrsti varamaður hjá Javnaðarflokkinum, Hilbert Elisson í Vestmanna, er á tingi í løtuni fyri Helenu Dam á Neystabø, sum er sjúkrameldað.

 

Bjørg Dam hevði so havt sætið til næsta hósdag – og so hevði Kristin Michelsen heldur ikki sloppið til 3. viðgerð av fiskivinnunýskipanini, sum helst verður týsdagin.

 

Men tað er ikki fallið í góða jørð í Sambandsflokkinum, at Magni Laksafoss gjørdi hesa greipingaravtaluna við Kristin Michelsen. Tað venda vit aftur til um eina løtu.