fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Bogi Andreasen 20.02.2018 (22:28)

Laksafoss vil hava hendur á grønu milliónunum

Løgtingsmaðurin Magni Laksafoss hevur leingi staðið í bíðrøðini at sleppa framat grønu milliónunum, sum hann heldur liggja í eini liberalisering av elmarknaðinum. Laksafoss o.a. tykjast yvirmeta síni egnu evni, tá teir halda seg kunna gera eitt betri arbeiði á grønu kósini enn fremstu serfrøðingar, sum í dag starvast innan grøna orku

 

Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um at liberalisera elorkuøkið. Hann grundgevur við, at hansara hjartamál seinnu mongu árini hevur verið at skapa einar grønari og betri Føroyar. Ein liberalisering vil eisini hava við sær fleiri orkuloysnir, sigur Laksafoss. 

 

Tað er heldur ósmæðið av einum politikara at brúka slíkt skálkaskjól, tí øll vita væl, at Magni Laksafoss stendur – saman við øðrum – í bíðirøðini at fáa hendur á nøkrum grønum milliónum, um tað eydnast at syndra SEV sum felagsskap. 

 

Allar kommunurnar eiga SEV, sum er ein vælvirkandi og samhaldsfastur felagsskapur. SEV, landsmyndugleikarnir og kommunurnar arbeiða saman um elloysnirnar, og hesir partar hava eitt sterkt netverk av serfrøðingum – bæði her á landi og úti í heimi – at hjálpa sær at finna bestu loysnirnar til eina holla, grøna elskipan í Føroyum. 

 

Magni Laksafoss tykist halda, at hann kann yvirhála hesa serfrøði og fáa eina elskipan upp at standa, sum er betri enn hon, vit hava í dag. Laksafoss gloymir helst, at vit vanligu borgarar, sum ikki ætla at tjena grønar milliónir, krevja, at elprísurin ikki hækkar, samstundis sum grønar útbyggingar eisini fara fram. Veitingartrygdin, støðug elveiting og ein skilagóður búskapur eru eisini sjálvsagdar fortreytir fyri at hava eina góða elskipan. 

 

Uppskotið hjá Laksafoss sýnist at hava eittans endamál, og tað er at broyta verandi skipan við einum samhaldsføstum elfelag, har vit øll eiga yvirskotið til framtíðar útbyggingar, til eina skipan, har nakrir privatir skulu framleiða elorku, sum skal kasta yvirskot av sær í privatar kassar. Tað kann bara dýrka elprísin, tá pengarnir fara í privatar kassar. 

 

Undanførlsan um, at nakrir privatir amatørar verða betri elframleiðarar enn okkara professionella og trygga elfelag, heldur ikki vatn, tí teir hava neyvan eina vitan, ið røkkir upp um ta vitan og serfrøði, sum longu verður brúkt í dag fyri at menna okkara elskipan til eina 100 prosent grøna elskipan. Laksafoss og hansara líkar meta seg altso førar fyri at skapa nýbrot, sum teir mongu serfrøðingar, ið longu arbeiða við hesum viðurskiftum í dag, ikki megna at skapa. Eg ætli mær ikki blint at trúgva slíkum ørvitistosi frá einum politikara, sum hevur handilslig áhugamál í grønu elorkuni. 

 

Møgulig innovatión frá privatum vigar ikki upp ímóti tí, sum vit kunnu missa í krónum og oyrum úr okkara felags kassa. Um uppskotið hjá Magna Laksafoss vinnur frama, so fara teir pengar, sum í dag verða settir til viks til at menna okkara elskipan, lutvíst í privatar kassar og lutvíst í eina umsiting av einum sonevndum fríum elmarknaði, sum í roynd og veru bert er ein ummøplering av pengum úr okkara felags kassa út á privatar hendur, uttan at samfelagið fær nevniverdan ágóða burturúr.

 

Sum fyrrverandi næstformaður í SEV og við stórum áhuga fyri hesum øki, havi eg eygleitt Magna Laksafoss o.a. í royndunum at skapa nýggjar orkuloysnir í eitt nú privata felagnum VitOrka. Eg kann bert siga, at eg var ikki imponeraður – hvørki av framferðarháttinum ella av vitanini, sum borðreitt var við, sammett við teir nógvu serfrøðingar, sum eg annars sá arbeiða við orkuloysnum í SEV og saman við SEV. 

 

Um Laksafoss fyrst og fremst hugsar um føroyska samfelagið, so er als eingin orsøk at liberalisera elorkuøkið meira, enn tað longu er liberaliserað. Magni Laksafoss kann bjóða seg fram sum framleiðara, tá vindorka verður boðin út, og hann kann eisini gerast ein elfelagi (prosumer), sum er nýggjasti møguleikin hjá SEV. T.v.s. at hann kann ájavnt við aðrar borgarar seta smáverk – smáar vindmyllur, vatnorkuverk ella sólorkuskipanir – upp hjá sær sjálvum, sum bæði kunnu brúkast til eginframleiðslu og at selja elorku til felags elskipanina, ið vit øll eiga í interkommunala elfelagnum SEV. 

 

Magni Laksafoss sammetir eisini SEV við Føroya Tele, har hann vísir á, at prísurin lækkaði nógv, tá frí kapping kom á telemarknaðinum. Hetta er sum at samanbera perur og bananir, tí elskipanin er ein nógv meira kompleks og umfatandi skipan, ið krevur nógva framleiðsluorku og eitt víttfevnandi og trygt elnet fyri at røkka út í hvønn krók í føroyska samfelagnum. SEV hevur eina veitingarskyldu, sum Føroya Tele ikki hevur.

 

Eg mæli Magna Laksafoss til at brúka sína politisku orku upp á okkurt meira konstruktivt enn at leggja eftir einari vælvirkandi elskipan, ið kommunurnar eiga, og sum gagnar okkum øllum, í eini roynd at sæta sær sjálvum. 

 

Eg vil heldur rinda fyri elorku frá einum støðugum og tryggum elveitara, sum vit øll eiga, enn at lata nakrar fáar privatar fylla sínar kassar, meðan elprísurin hækkar, og trygga elskipanin verður liðað sundur til frama fyri privat áhugamál.

 

 

Vinaliga

Bogi Andreasen,  

býráðslimur í Tórshavnar kommunu

og fyrrverandi næstformaður í SEV


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her