fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 5.7m/s

Leita á in.fo

Maud Vang Hansen 19.12.2017 (00:20)

Landið liggur, sum tað hevur reitt

Ongar samráðingar eru eins og eingi verkføll eru eins. Felags fyri hesi er tó, at í góðari tíð áðrenn sáttmálin fer úr gildi, verður støða tikin til, hvat arbeiðstakarin/fakfelagið og arbeiðsgevarin, tann kommunali eins og landsmyndugleikin hava av áhugamálum, og hvat ið ætlan er, at broyta ella betra um komandi sáttmálaskeið.

 

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur fleiri ferðir róð uppundir og hevur eisini praktisera, at taka eitt av teim størru fakfeløgunum til samráðingarborðið fyrst, fyri síðani, at tengja tann sáttmálan at hinum fakfeløgunum. Hetta ger Fíggjarmálaráðið hóast tenging var eitt av viðurskiftunum, ið ikki komu við í samgonguskjalið, tá m.a. fráboðanarfreistin var samtykt á tingi. Tí hevur hvørt einstakt fakfelag rætt til veruligar samáðingar vegna júst sínar limir.

Í ár var einki undantak, Starvsmannafelagið, var fyrst boðið til samráðingarborðið. Tey gjørdu eina semju, ið tey vóru nøgd við vegna teirra limir. Hetta merkir tó ikki, at tann semjan er góð fyri onnur fakfeløg, tað kann hon vera, men neyvan, tí eingi fakfeløg eru eins og umboða tískil ikki somu limir ella sáttmálaøkir.

 

Tá Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vóru til samráðingar, royndi lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum at tengja sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum at Sjúkrarøktararnum. Hetta gekk ikki, og sjálvandi ikki. Hetta endaði við einum verkfalli har sjúkrarøktarfrøðingar vóru í verkfalli. Partarnir komu síðani saman aftur til samráðingarborðið og gjørdu eina semju, sum tey vóru nøgd við.

 

Tá so Føroya Pedagogfelag kemur til samráðingarborðið er púra greitt, hvørji krøv tey fara við til arbeiðsgevaran. Hægri løn og javnrættindi innan lønarásetingar, hetta sæð út frá útbúgvingarstøði.

 

Í míni verð er tað sjálvsagt, at lønarkravið er har, tí landsins politikarar hava avgjørt, at broyta útbúgvingarnar fyri júst pedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar og lærarar. Hesi taka í dag eina bachelor útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Tí er einki løgi í, at samanbera hesar lønartalvur við hvørja arða. Í ávísum føri yvirlappa hesi fakøki eisini hvørt annað, tó uttan at tey røkja júst somu uppgávur, men at tey við hvør sínum førleika loysa uppgávur fyri sama málbólk.

 

At samráðingarnar læsa seg fastar er ikki óvanligt, tað kann neyvan bert ein partur lastast fyri. Eg meti tó, at báðir partar hava skyldu til, at føra veruligar samráðingar og at brúka tíðina til at mýkja støðuna og at tosa seg til rættis og at lurta eftir hvør øðrum. Hesum átti serliga ein nýggjur samráðingarleiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, at verið áhugaður í. Tó gekk tað ikki so lætt hesa ferð og Semingsstovnurin verður boðsendur og royndi at gera semju, uttan at tað eydnaðist.

 

Pedagogfelagið lýsti verkfall fyri leiðarar og varaleiðarar. Ein bleyt byrjan, meti eg, men álvarsligt nokk til, at tað eftir stuttari tíð átti at fáa avleiðingar fyri arbeiðsgevararnar. Endamálið við einum verkfalli, er, at tað skal fáa avleiðignar, also at tað skal darva arbeiðsgevaranum at røkja sínar skyldur.

 

So hendir tað løgna, at Kommunala arbeiðsgevarafelagið fráboðar verkbann fyri allar dagstovnar. Eitt eftir mínum tykki, ómetaliga ógvusligt og óneyðugt trekk. Síðandi hevur lítið verið at frætta frá hesum stríðspartinum, ið kanska róliga kann lena seg afturá og fremja umvælingar á stovnunum og sløkkja hitan og ljósið, og spara pening ein og tey gjørdu í 2012. Men hetta sømir seg illa, haldi eg. Tá ein partur tekur so rívan til, haldi eg eisini at tey eiga, at hava næsta trekk klárt og tað má vera, at fara aftur til samráðingarborðið. Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur nú tikið allar barnafamiljur í landinum gísla. KAF hevur eins stóra ábyrgd av samráðingunum sum Pedagogfelagið og eisini við at finna eina semju, sum Fíggjarmálaráðið kann góðtaka.

 

Pedagogfelagið herdi so stríðið og fráboðaði verkfall fyri allar limir, ið starvast á stovnunum hjá Almannaverkinum. Hetta letur Almannastjórin ikki ganga tigandi framvið, hann kærir Pedagogfelagið fyri Fasta Gerðarrættin, ið dømir verkfallið ólógligt vegna tað, at undantøk ikki vóru givin. Pedagogfelagið broytti kós og fráboðaði nýtt verkfall við nýggjari freist. Hetta varð aftur kært fyri Fasta Gerðarrætti og Pedagogfelagið fekk viðhald í, at verkfallið var lógliga fráboðað.

 

Nú hendir so nakað, ið eg ongantíð havi uppliva áður, og eg havi tó verið virkin í samráðingum síðan seinast í 1990´unum. Stjórin í Almannaverkinum fer alment út við einari hóttan móti sínum egnum starvsfólkum, um harðan straff upp til fleiri ár í fongsli, um tey eru ólýðin og seta lív í váða hjá teimum, ið tørva hjálp á landsins stovnum. Hann kastar sína egnu ábyrgd á starvsfólkini, í staðin fyri at kasta ábyrgdina yvir á landsstýriskvinnuna í Almannamálum, ið er hansara næsta hægri leiðari.


Góðu starvsfólk, latið tykkum ikki hótta, tit hava tykkara fekafelag aftanfyri tykkum og samraðingarrætturin er enn fríður í Føroyum.

 

Pedagogfelagið hevur til eina hvørja tíð rætt til, at fráboða verkfall fyri sínar sáttmálasettu limir, tí í løtuni hava tey ongan sáttmála. Tó skal tað vera mín inniliga vón, at partarnir koma til samráðingarborðið aftur sum skjótast, tí eingin vinnari er at hóma í hesum magtstríðnum í løtuni.

 

Fleiri hava í orðaskiftinum seinastu dagarnar róð uppundir, at um limir Pedagogfelagsins eru so týðandi partur í samfelagnum, so gevið hesum fólkunum eina løn, ið stendur mát við ábyrgdina. Hesum taki eg fult undir við.

 

Eg skal vera tann fyrsta til at viðurkenna, at eitt verkfall rakar hart á almenna økinum, ið er so sárbært frammanundan, við alt ov fáum starvsfólkum. Íkomna støðan kundi tó verið fyribyrgd, um landsins politikarar ikki høvdu niðurlaða skipanina við tænastumannastørvum á landsins stovnum, har okkara sárbærastu borgarar búgva. So var hendan støðan ikki. Tí meti eg at landið liggur sum tað hevur reitt.

 

 

Við fakfelagskvøðu.

Maud Wang Hansen,

Fyrrverandi fakfelagsforkvinna


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her