Landsdystir geva meir enn venjingar (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við føroyska toppskjúttan, Allan Norðberg sum skoraði fimm mál

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Allan Norðberg, ið gjørdist toppskjútti hjá føroyska manslandsliðnum sum vann 29-19 (17-10) á Grønlandi í høllini í Vestmanna í dag.

 

Allan Norðberg visti ikki hvat hann kundi vænta av grønlendskari mótstøðu, men hann hevði í mentu, at Grønland hevði staðið seg væl í tí panamerikanska endaspælinum í Nuuk í fjør.

 

Allan Norðberg er glaður fyri møguleikan hann hevur fingið at spæla við í tveimum landsdystum, og undirstrikar, at tað gevur meir at spæla landsdystir enn bara at hava nógvar venjingar.