Landskendur granskari leggur frá sær

Hann hevur gjørt nógv burtur úr at granska tað gamalt fólkalív í Føroyum

Landskendi fólkalívsgranskarin, Jóan Pauli Joensen, hevur nú frá sær sum professari á Fríðskaparsetrinum.

 

Tað vita tey at siga á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Jóan Pauli Joensen hevur arbeitt á Fróðskaparsetrinum í nógv ár, og hann var eisini formaður í Setursráðnum, tá ið Setrið enn var akademi. Í tveimum umførum hevur hann somuleiðis verið rektari á universitetinum Fróðskaparsetur Føroya.

 

Hann er ein av teimum granskarum, hvørt mansbarn kennur, og vísindaliga hevur hann eisibi gjørt nógv vart við seg, helst sum siðsøgugranskari. Í tí sambandi hevur hann lagt mong týðandi verk úr hondum, eitt nú bøkurnar um "Færøske sluppfiskere", bókina, "Fiskafólk", verkið ”I ærlige brudefolk”, um brúdleyp í Føroyum, og verkið, ”Pilot Whaling in the Faroe Islands”, um grind. Og nú seinast hevur hann latið stórverkið, ”Bót og Biti” hondum, sum er um matvanar okkara, og sum hann fekk M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri í fjør.

 

Jóan Pauli var eisini formaður í nevndini, ið gjørdi uppskot til føroyska grundlóg ella stjórnarskipan, sum arbeiðið seinni kallaðist.

 

Harafturat hevur hann skrivað ein hóp av greinum, bæði vísindaligar og fólksligar og hann er eisini er virkin í mest brúka, sosiala miðli  um okkara leiðir, Facebook.

 

- Jóan Pauli er við øðrum orðum ein maður við fjølbroyttum gávum og áhugamálum, siga tey á Setrinum um hann.

 

Nú hann gevst, verður almenn samkoma fyri honum seinnapartin í morgin,  har starvsfólk, vinir og kenningar eru vælkomin at heilsa upp á hann.