Landsroyndir verða í mai sum ætlað

Hóast tøkniligar avbjóðingar í undanroyndum, so verða talgildar landsroyndir í mai sum upprunaliga ætlað

 

Tað skrivar Skúlablaðið í morgun.

 

Undanroyndirnar til landsroyndirnar í ár kundu og áttu havt gingið betur, tá ið næmingar vóru til undanroynd í januar, gekk ambætarin fyri, og royndirnar máttu steðgast. Roynt var aftur í mars, og tá gekk eftir ætlan. Avgerð er tí tikin um, at 4. flokkur fer til landsroynd 2.-3. mai og 6. flokkur 2.-4. mai, og tær verða talgildar á svar.fo.

 

– Saman við veitaranum hjá okkum hava vit gjørt nakrar tillagingar, til dømis tvífaldað maskinorkuna umframt gjørt nakrar tillagingar í, hvussu dáturnar ferðast millum skúlarnar og veitararnar, vit brúka í sambandi við royndirnar. Hetta skuldi fyribyrgt, at vit renna okkum í fløskuhálsar. Vit hava havt fleiri royndarumfør við nýggju maskinorkuni, síðan hava vit eftirmett saman við skúlunum, og royndarumførini hava riggað uttan trupulleikar, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni, við Skúlablaðið.

 

Meira kann lesast um evnið í Skúlablaðnum VIÐ AT TRÝSTA HER