Leita á in.fo

Jónleif Johannesen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins

Sólvit Nolsø 19.05.2017 (15:53)

- Landsstýrismálanevndin farin útum sínar heimildir

Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at landsstýrismálanevndin er farin útum sínar heimildir í síni niðurstøðu í kæruni móti løgmanni.

 

- Landsstýrismálanevndin hevur til endmáls at kanna um landsstýrið heldur seg innanfyri teir karmar, sum lógin hevur ásett. Tað er prógvað, at løgmaður hevur hildið seg innanfyri lógina. Her er eingin lóg brotin. Tí skilji eg ikki hetta misálitið, sigur Jónleif Johannesen.

 

Jónleif Johannesen vísir á, at í misálitinum verður ongatíð sagt, at løgmaður hevur brotið lógina, men einans, at grein 14. stk. 2 í hjúnabandslógini er tulkað at verða yvirtikin og ikki at verða eitt felagsmál, sum fyrr var hildið.

 

- Tað hevur verið fatanin, at hetta var eitt felagsmál, men ein nýggjur veruleiki fyriliggur nú, ið er staðfest frá fleiri pørtum, sigur Jónleif Johannesen.