Lars Larsen hevði meststórt yvirskot

Farna árið gav felagnum, sum er kent fyri at eiga og reka Jysk Sengetøjslager, eitt metstórt yvirskot. Lars Larsen Group, sum ovasta felagið eitur, hevði 3,6 milliardir krónur í yvirskot í roknskaparárinum 2017/2018. Tað er 200 milliónir størri enn árið fyri.

 

Tað upplýsir felagði, sum eisini eigur virki sum Sengespecialisten, Bolia, Ilva og IDÉmøbler.

 

– Júst sum árið fyri er tað Jysk Group, sum gevur nógv tann størsta partin av yvirskotinum, sum hevur gjørt tað møguligt at gera íløgur í nógv onnur virki, sum eru partur av Lars Larsen Group, sigur Lars Larsen í tíðindaskrivi.

 

Lars Larsen lat fysta Jysk handilin upp í 1979 í Århus undir navninum Jysk Sengetøjslager, ið síðani hevur vaksið seg til eina heimsumfatandi konsern við 2.700 handlum kring allan heimin.

 

Meðan framgongdin hevur verið, hevur hann eisini gjørt íløgur í mong onnur vikri, sum ikki gera lutir til heimið.

 

Tað snýr seg millum annað um Garia, sum framleiðir og selur golfbrillur kring allan heimin, og sushi ketuna Letz Sushi, sum tó gevur hall í løtuni.

 

– Eg veit, at nøkur halda, at eg eri ov tolin við mínum íløgum. Men mínar royndir eru, at tað sum oftast er rætt at halda fast heldur enn at geva upp, so skjótt tað verður eitt sindur trupult.

 

– Tað er tað, sum Jysk og Lars Larsen Group eru skap uppá, og úrslitið fyri skatt upp á 3,6 milliardir í seinasta roknskaparárið er fyri meg prógv um, at mín máti at reka virksemi uppá ikki er heilt býttur, sigur Lars Larsen.

 

Umsetningurin tilsamans hjá øllum virkjunum hjá Lars Larsen var 31,6 milliardir krónur ímóti 30 milliardum árið fyri.

 

Bæði Jysk Sengetøjslager og Idé Møblar hava deildir í Føroyum, men í báðum førum er talan um føroysk feløg sum føroyingar eiga.

 

/ritzau/