info
Ongi úrslit

Lars Løkke Rasmussen ávarar føroyingar

Hann vil takast við upp á ráð, áðrenn føroyingar taka endaliga avgerð

info
Áki Bertholdsen
10. oktober 2015 kl. 07:15
- Tað sigur seg sjálvt, at ein føroysk grundlóg má verða innanfyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum. Tað staðfesti danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, í orðaskiftinum, tá ið Fólkatingið varð sett . Hann sipar til ætlanina hjá nýggju samgonguni at gera eina føroyska stjórnarskipan, sum ”skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum”, sum tað stendur í samgonguskjalinum. Tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Og samgongan er samd um, at í seinasta lagi í 2017, skal fólkaatkvøða verður í Føroyum um eina nýggja stjórnarskipan. Lars Løkke Rasmussen er fullgreiður yvir, at tað er eitt viðkvæmt mál, men hann leggur dent á, at danska stjórnin er sinnaðir at samskifta við føroyskar myndugleikar um eina føroyska grundlóg. - Føroyingar hava fullan rætta at gera sína egnu grundlóg. Men tað er greitt, at ein føroysk grundlóg hevur ikki bara týdning fyri Føroyar, hon hevur eisini týdning fyri Danmark, tí vit eru í ríkisfelagsskapi, gjørdi danski forsætisráðharrin greitt í Fólkatinginum í gjár. Hann sigur, at tískil má ein nýggj, føroysk grundlóg sjálvandi liggja innanfyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum. Tað merkir, hon skal vera í samsvari reglurnar í grundlógina, vit hava, sigur hann. Lars Løkke Rasmussen sigur, at hann hevur bjóðað Aksel V. Johannesen, løgmanni, at samskifta við donsku myndugleikarnar um eina nýggja, føroyska grundlóg. Tá ið føroyskir myndugleikar eru komnir longri í arbeiðnum at gera eina nýggja føroyska grundlóg, væntar hann, at samskifti verður tikið upp við ríkismyndugleikarnar fyri at tryggja, at ein føroysk grundlóg kann sameinast við ríkisfelagsskapin, segði Lars Løkke Rasmussen.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

9 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

20 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

41 minuttir síðan
Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

1 tími síðan
Tíðindi

Ukraina sigur seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør

1 tími síðan
Tíðindi

At spæla við eld

2 tímar síðan
Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

3 tímar síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

3 tímar síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

4 tímar síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

4 tímar síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

5 tímar síðan
Tíðindi

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Tilnevning av Jenis av Rana til Nobelvirðisløn

5 tímar síðan