Lars Ulrich - Riddari av Dannebrog

Lars Ulrich, riddari av Dannebrog. Tað verður í næstum.

 

Trummuspælarin í bólkinum Metallica fer at fáa danska riddarakrossin frá drotningini um tvær vikur. Tað skrivar danska kongshúsið í tíðindaskrivi til danskar fjølmiðlar.

 

Lars Ulrich, sum býr í USA, stovnaði í 1981 bólkin Metallica saman við James Hetfield. Síðani er bólkurin blivin millum heimsins størstu og best umtóktu.

 

Bólkurin fekk heiðursløn við Billboard Music Awards í mai fyri bestu rock fløgu.