Latið nærveruna vera hjá børnunum

...heldur enn á einum skíggja. – Um børnini skulu menna teirra mál og samskifti, mugu vit vaksnu vera nærverandi, skrivar Lisbeth Gotved Petersen, taliráðgevi í tíðargrein í Sosialinum hetta vikuskiftið

Um børnini skulu menna teirra mál og samskifti, mugu vit vaksnu vera nærverandi.

 

Vit liva í einari talgildari verð, og talgildir miðlar eru natúrligir partar av okkara samfelag og av okkara samskifti. Hetta er komið fyri at vera, og meira kemur afturat, tí framtíðin er eisini talgild.

 

Vit hava nógvar fyrimunir av tøknini, men ein vansi kann vera, at vit gerast so upptikin av tí talgildu verðini og tí samskiftinum, sum er har, at vit gloyma, at annað samskifti og virksemi eisini krevur okkara ans.

 

Vit vita til dømis, at um vit nýta telefonina, tá vit koyra bil, vísa vit ikki ferðsluni nóg stóran ans, og ólukkur kunnu henda. Fokus er á hetta, og vit fáa bót, um vit verða tikin í hesum.

 

Samspæl og samskifti við barnið krevur eisini, at vit vísa barninum ans, men um okkara uppmerksemi er meira á t. d telefonini, fær barnið ikki tað uppmerksemið, sum krevst fyri at tað kann menna samskifti og tilogna sær sosialar og málsligar førleikar.

 

Børnini hjá okkum hava tørv á og fara altíð at hava tørv á at vit vaksnu eru nærverandi. Tí tað er gjøgnum beinleiðis samband og samspæl við onnur, at henda menning vanliga fer fram. Tað er tí neyðugt, at vit eisini fáa fokus á, hvussu vit nýta skíggjar, tá vit eru saman við børnum.

 

Tað fyrsta samspælið

Tað fyrsta natúrliga samspælið millum barnið og tann vaksna er sera týdningarmikið. Tað er her, grundarsteinurin fyri alt samskifti verður lagdur. Barnið lærir at vera saman við øðrum og lærir, hvussu samspæl og samskifti fer fram. Tað lærir millum annað at vísa og deila uppmerksemi, at brúka og skilja eygnasamband og andlitsbrøgd, og at eitt samskifti fer báðar vegir. Vanliga læra tey flestu børnini at fara í hetta samspæl bara við at vera saman við øðrum.

 

Stigvíst mennir barnið teir eginleikar, sum eru neyðugir fyri at kunna samskifta og fara í samspæl við tey menniskjur, sum eru um barnið og hava umsorgan fyri tí. Hetta fyrsta samspælið er sostatt grundleggjandi fyri ta fyrstu menningina, men eigur eisini at vera grundleggjandi fyri samskifti í víðari menningini (Hewett et al. 2012).

 

Tað kunnu tó vera íbornar umstøður, sum gera, at henda menning er seinkað ella tarnað.

 

Um hetta grundleggjandi fyrsta samspælið verður órógvað av telefonum og tøkni hjá okkum vaksnu, kunnu vit hugsa okkum, at tað kann gerast trupult hjá summum børnum at menna samskiftið og at tilogna sær málið. Tí er alneyðugt, at øll vaksin, ið varða av børnum avmarka nýtsluna av t. d. telefonum og teldlum, tá tey eru saman við sínum egnu børnum og saman við øðrum børnum.

 

Mítt starvsliga og egna bakstøði fyri hesa grein

Seinastu 10 árini havi eg sum taliráðgevi havt mína dagligu gongd á dagstovnum í Føroyum. Eg starvist við børnum sum av ymiskum orsøkum hava tørv á at fáa taliundirvísing og veiti starvsfólkum og foreldrum ráð og vegleiðing, tá børn hava avbjóðingar innan mál og talu.

 

Tá eitt barn hevur tørv á taliundirvísing eru serligar umstøður, sum gera tað avbjóðandi hjá barninum at vera í vanligari menning og tí kann tað vera neyðugt at arbeiða beinleiðis við hesum undir skipaðum og friðarligum kørmum.

 

Tá eg byrjaði í hesum starvi fyri 10 árum síðani, kendu vit ikki til snildfonir og teldlar, og vit vistu sjálvandi ikki, hvønn týdning tað seinni fór at hava fyri samskiftið millum vaksin og børn. Tá var fokus á, at børn í Føroyum hoyrdu alt ov nógv útlendsk mál í sjónvarpinum og á telduni og at hetta kundi ávirka tey málsliga.

 

Sum taliráðgevi upplivdi eg eisini, at serliga tey børnini, ið ikki vóru sterk málsliga, fingu eyka trupulleikar við at tilogna sær tað føroyska málið, tí tey vórðu ávirkað serliga av donskum og enskum filmum og spølum.

 

Hóast nógvar góðar føroyskar barnaløtur vóru at síggja í sjónvarpinum, var tað ikki nokk. Tað var ein stórur saknur, at tað ikki bar til at keypa tær umsettu barnarøðirnar, sum til dømis Mumi og Mowgli. Tá mínar gentur vóru lítlar, vóru millum annað hesar barnarøðir ein partur av okkara gerandisdegi, tí vit vóru so heppin at hava eina ommu, sum tók upp fyri okkum, og tí bar til at síggja tað aftur.

 

Ofta hugdu vit eftir tí saman og eg ivist ikki í, hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri tær at hoyra tað føroyska málið í hesum røðum og vit eisini kundu tosa saman um, hvat hendi í filmunum.

 

Heima hjá okkum hava eisini fleiri mál verið (føroyskt, danskt og enskt) eins og í nógvum øðrum familjum, og tað var tí eisini serliga neyðugt at leggja dent á tað føroyska máli.

 

Í 2008 var arbeitt fyri at fáa Mentamálaráðið at raðfesta hetta økið, so tað kundi lata seg gera at keypa hesar umsettu barnarøðir og annað føroyskt tilfar. Tað kom onki burturúr, og í dag hevur Kringvarp Føroya enn ikki rættindini til umsett tilfar og tað kann tí ikki liggja á heimasíðuni.

 

Tøkni og tann málsliga ávirkanin í dag

Tíðirnar broytast og málini broytast sjálvsagt eisini við hesum og tað er onki nýtt í tí. Í dag hoyra børn í Føroyum enskt eins og í øðrum londum og tað er vorðið vanligt at børn brúka enskt (og danskt) bæði í spæli og dagligari talu.

 

Nógv ensk orð eru fastur partur av orðafeinginum bæði hjá børnum og vaksnum, til dømis “cool” og “mega”. Um hetta er gott ella ringt kunnu tað vera ymsar meiningar um. Men ein sannroynd er tað, at tað føroyska málið hevur harðari kapping enn aðra staðni, tí telduspøl, filmar og annað líknandi hjá børnum og ungum ikki eru á okkara móðurmáli. Tað er eisini vorðið sera vanligt at tær føroysku barnasendingarnar verða valdar frá, tí tað er skjótari og lættari at finna ein útlendskan film á til dømis Youtube og Netflix.

 

Eg haldi eisini, at vit hava eina avbjóðing og eina uppgávu framman fyri okkum, tá námsfrøðingar í vøggustovum greiða frá, at fleiri føroysk børn niður í 1-2 ára aldur til dømis telja og syngja á enskum og nýta ensk orð fyri vanlig hugtøk, til dømis litir og fruktir.

 

Snildfonir og teldlar eru nú ein so natúrligur partur av okkara gerandisdegi, at tað ikki er óvanligt at eisini hesi yngstu børnini sita við hesum tólum og sjálvi “youtuba” filmar. Av tí at filmarnir ofta eru á enskum, verður tað eisini tað málið tey læra. Tað kann verða trupult at uppbyggja móðurmálið, tá tann útlendska ávirkanin byrjar so tíðliga. Hvussu skal barnið læra at brúka og benda t.d. orðið /reytt/, tá tað heldur, at tað eitur /red/?

 

Tað er sera umráðandi, at tilfar til børn og ung verður umsett til føroyskt og landsins myndugleikar eiga at taka hetta í størsta álvara.

 

Samskifti og sosialir førleikar

Málið er eisini eitt sosialt fyribrigdi, sum mennist best við at tað verður brúkt saman við øðrum og tað kann verða trupult, tá vit eru upptikin av hvør sínum.

 

Tí hevur tað stóran týdning, at foreldur sita saman við børnunum og síggja føroyskar barnasendingar saman við teimum. Tá fær man eina felags løtu, og tað ber til at tosa saman um tað, sum man hevur sæð.

Tá tey lítlu børnini sita nógv við hvør sínum skíggja, missa tey eisini tað sosiala samspælið og samskiftið, sum tey kundu fingið, um tey ikki sótu við hesum tólum. Tá læra tey heldur ikki at vera saman og fáa ikki ment teirra sosialu førleikar, sum tey skulu í barnaárunum, sambært Albert Gjedde, professara og heilagranskara (TV2, 15/3-2016). Ein WHO rapport frá mars 2016 vísti, at serliga donsk børn (11-15 ár) brúka minni og minni tíð saman aftan á skúlatíð.

 

Albert Gjedde vísir á, at vit menniskjur ikki eru tvey-dimensionel og tí skulu vit vera fysiskt saman fyri at menna okkara sosialu førleikar. Vit kunnu læra nakað av teimum sosialu miðlunum, men hetta kann ikki koma í staðin. Vit skulu vera saman fyri at læra at avlesa hvønnannan. Hann stúrir fyri, at tey børnini, sum nú vaksa upp, gerast sosialt inkompetent, tí tað gerst alsamt meira vanligt, at tey smáu børnini eisini sita hvør sær við hesum tólum og eru minni og minni saman. Hetta kann hava við sær, at tað grundleggjandi samskiftið ikki verður ment nóg væl.

 

Vit vaksnu og okkara talgildi atburður

Tað er ikki bert børnini, sum eru upptikin av tøknini. Vit vaksnu eru ikki minni upptikin, kanska meir í mongum førum. Vit lesa tíðindir og yvirskriftir á ymiskum tíðindaportalum og eru á sosialum miðlum, sum tildømis Facebook, Messenger og Instagram. Tað er ein natúrligur partur av okkara gerandisdegi og vit fáa lætt og ómakaleyst samskift við okkara kæru, sum ikki eru nærindis. Hetta er eitt sera gott amboð, men vit noyðast at hugsa um, hvørjum tíðin fer frá og hvussu vit samskifta við okkara kæru, sum eru hjá okkum?

 

Herumframt hava nógv eina snildfon sum arbeiðstelefon og hetta gevur møguleika at arbeiða heimanífrá. Umframt at avgreiða telefonsamrøður er lætt og skjótt t. d. at lesa og svara teldupostum. Hetta er eisini eitt hent og gott amboð og kemur kanska serliga væl við hjá barnafamiljum, sum hava tørv at kunna flexa millum privat- og arbeiðslív.

 

Tað er tó neyðugt at handfara øll hesi góðu amboð við størsta skynsemi, so tað ikki órógvar okkara samveru við børnini. Samskiftið við børnini kann vera í vanda, tá vit vaksnu eru ov upptikin og bundin av tøknini (Jesper Juul, TV2 Østjylland 20/6-17; Jonas Proschold, Politiken 18/6-17). Tá fáa tey ikki tað uppmerksemið, tey skulu hava fyri at menna seg kensluliga, sosialt og málsliga Samstundis síggja børnini, at tað er í lagi at vera á snildfonini ella teldlinum allatíðina, tí vit vaksnu gera tað. Børnini gerast sostatt eisini bundin av hesum eins og vit vaksnu og soleiðis melur tann keðiliga ringrásin. Vit vaksnu mugu hugsa um, hvat vit sjálvi gera, tí vit eru fyrimyndir hjá børnunum.

 

Vit eiga øll ábyrgd og kunnu øll gera mun

Um ringrásin skal steðga og mynstrið broytast, mugu vit, ið eru um børn, leggja telefonina og teldilin frá okkum, tá vit eru saman við børnunum, bæði tá tey eru lítil, størri og stór. Tað er ongantíð ov seint at byrja. Tað eru vit foreldur, sum eisini skulu menna sosialu og málsligu førleikarnar hjá okkara børnum. Málið hevur eisini beinleiðis samband við lesi- og skrivimenningina, so tað hevur eisini sera stóran týdning fyri skúlagongdina hjá børnunum, at tey hava fingið so gott í beinið sum til ber, áðrenn tey fara í skúla. Vit vita, at tað er gott fyri málsligu menningina at vit syngja og lesa við teimum. Men vit skulu eisini geva okkum tíð bara at práta við børnini og lurta eftir teimum og geva teimum tað besta uppmerksemið, vit eiga, eisini í gerandisløtunum.

 

Okkum dáma øll at fáa uppmerksemi frá tí, sum vit tosa við. Tað er ongantíð stuttligt at tosa við ein, sum ikki tykist at lurta og sum ikki leggur í at svara. Samrøðan gongur eisini betri, um báðir partar eru við. Børnini hava tørv á at fáa nógvar góðar gerandisløtur, har tey sleppa at venja samskiftið og málið. Vit læra málið við at brúka tað og tað er í gerandisløtunum, at børnini kunnu venja málið. Tað er her, at tey kunnu venja seg at seta orð og setningar saman. Tað eru gerandisløturnar, ið gera munin og tað er heima, at vit skulu geva hesum ans, tí tað eru har, at skíggjarnir fylla.

 

Á allarflestu dagstovnunum verður gjørt eitt stórt arbeiði at menna børnini, eisini málsliga. Men sum alla aðra staðni er tíðin knøpp og børnini mong og tað kann vera avmarkað, hvussu nógv beinleiðis samband eitt barn hevur við ein vaksnan gjøgnum dagin.

 

Tað er nettup hetta beinleiðis samband, sum kann menna barnið, um tað annars er eitt gott og gevandi samband, sum gevur barninum møguleika at menna samskifti og mál. Tann dagliga málmenningin nýtist ikki altíð at vera skipað. Tað kann vera nokk bara at vera til staðar í løtuni. Vera lurtandi og forvitin og hoyra og síggja barnið, har sum tað er og hetta skal man sjálvandi eisini minnast til á dagstovnunum. Vit eiga øll at finna nærveruna fram, tí vit eiga øll ábyrgdina og vit kunnu øll gera mun.

 

 

FAKTA

Lisbeth Gotved Petersen er útbúgvin audiologopedur, tali- hoyri- og lesiráðgevi frá Københavns Universitet í 1997 og hevur seinastu 10 árini starvast sum taliráðgevi hjá Sernámi.

 

Hon og maðurin hava tilsamans seks børn í aldrunum 14-26 ár og búgva í Havn.