Latið okkum skipa Kringvarp Føroya í tríggjar redaktiónir

Skal Kringvarp Føroya yvirliva sum tjóðarrásin fyri allar føroyingar, so má hesin almenni stovnurin leggjast grundleggjandi um, tí tað er sjón fyri søgn, at KvF bæði savnar sín tíðindaflutning meir og meir á høvuðstaðin, heldur enn hjá føroyingum sum heild.

 

Frá heilt ungum av havi eg verið áhugaður í samfelagsviðurskiftum og havi tí altíð fylgt væl við í teimum tíðindum, sum borin verða her á landi, og ikki minst hevur tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya mín stóra áhuga.

 

Sera nógv av tí, sum KvF borðreiðir við er avbera gott, men hesi seinnu árini havi eg týðiliga merkt eina gongd, sum er ógvuliga ódámlig fyri ein stovn, hvørs uppgáva er at vera tjóðarrás hjá øllum føroyingum, bæði teimum, sum búgva í høvuðsstaðnum, og teimum, sum búgva aðrastaðni.

 

Fyri at siga sum er, so er tað blivið sjón fyri søgn, at KvF bæði savnar sín tíðindaflutning meir og meir um høvuðsstaðin, og tjóðarrásin lýsir eisini flestu mál úr sjónarhorninum hjá havnarborgarum heldur enn hjá føroyingum sum heild.

 

Sagt á ein mein beinleiðis hátt, so er Kringvarp Føroya hesi seinastu árini blivið meir og meir havna-lokalt í sínum tíðindaflutningi, har fokus’ið tíverri meir er býurin Tórshavn enn tjóðin Føroyar. Tað verður stutt sagt gjørdur mismunur millum okkum knapt 30.000, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðin, og stívliga 20.000, sum búgva í høvuðsstaðnum.

 

Tey, sum búgva og liva í Havn, síggja hetta kanska ikki, tað skilji eg eisini væl og onki ilt um tað, men vit, sum búgva uttanfyri høvuðstaðin, mugu tíverri staðfesta, at fleiri av okkum, sum eru føroyingar, men ikki havnarborgarar, kenna okkum ikki nóg væl umboðað av tí tíðindaflutningi og tí hugburði til samfelagsmál, sum KvF borðreiðir við, tíverri. Tað hendir sanniliga nógv runt um í øllum landinum. Hesin kritikkur er ikki vendur móti havnaborgarum, als ikki, men móti KvF, ”Tjóðrás okkara”

 

Eg ivist ikki í, at bæði stýri, leiðsla og starvsfólk á KvF, sum samanlagt telja umleið 100 persónar, ynskja at umboða allar føroyingar í sínum tíðindaflutningi, men eg er samstundis púra sannførdur um, at hetta ikki verður broytt soleingi vit halda fram at lata KvF hava eina sentrala redaktión í høvuðsstaðnum, tí tað er nú einaferð so, at har sum heim títt er, har verður hjartað eisini.

 

Tí vil eg staðiliga mæla til, at teir politisku flokkar, sum eftir komandi løgtingsval fara til samráðingar um nýggja landsstýrissamgongu, taka tað við í samgonguskjalið, at tað verður felt niður í kringvarpslógina, at Kringvarp Føroya, umframt høvuðssætið í Havn, skal hava tvær redaktiónir afturat við 5-8 starvsfólkum í hvørjari, t.d. eina í Klaksvík, ella her um leiðir og eina í Suðuroy, hetta fyri at geva tjóðarrás okkara alra føroyinga eitt breiðari fólksligt grundarlag. Harvið fáa vit eitt enn betri og víttfevnandi Kringvarp Føroya.

 

Keypmannahavn, 8. oktober 2018
Steinbjørn O. Jacobsen, 
býráðslimur í Klaksvíkar býráð