Leita á in.fo

Annika Olsen 26.10.2018 (15:56)

Latið tunnilsfelagið fíggja innkomuvegir

 Tað er sjón fyri søgn, at hvørki Løgtingið ella landsstýrið hava í hyggju at loysa innkomuvegir í samband við undirsjóvartunnlarnar. Atgerðarloysið í Løgtinginum er eyðsýnt, og ongin loysn er at hóma, hvørki úr andstøðu ella samgongu.

 

Játtaðar eru tvær og ein hálv miljard til undirsjóvartunlarnar, men onki er játtað til ferðslukervið uttanfyri tunlarnar, sum liggur í sori. Innkomuvegurin í høvusstaðnum er ein landsuppgáva, og hann má og skal verða liðugur, tá tunnilin skal takast í nýtslu.

 

Sum kommuna arbeiða vit við at loysa ferðsluviðurskiftini inni í býnum, men tað skerst ikki burtur, at tað er alneyðugt við einari eyka vegæðr afturat, skal ferðslan tryggjast.

 

Tað er sera harmiligt, at Løgtingið ikki megnar at hugsa eina heildarloysn í hesum sambandi. Eina heildarloysn, sum røkkur úr Runavík til Sands. Tað er ikki fíggjarliga skilagott at brúka 2,5 milliardir fyri síðani at standa í longum bíðurøðum í kring høvuðsstaðin. Hvat er tá vunnið?

 

Í løtuni koyra áleið 11.000 bilar til og úr Havnini hvønn dag. Tá ið undirsjóvartunnulin letur upp, siga metingar hjá Landsverki, at ferðslan fer at økjast við 2500 bilum um døgnið. Stórar avbjóðingar eru við ferðsluni í Havnini, og vit kunnu bert ímynda okkum støðuna komandi árini.

 

Nú Løgtingið ikki ynskir at raðfesta innkomuvegin á fíggjarlógini, meti eg tað røttu loysnina at lata tunnilsfelagið fíggja og loysa hesa avbjóðing

 

Samlaði kostnaðurin fyri undirsjóvartunlarnar  er 2,5 milliardir. Um hendan upphæddin eitur 2,5 ella 2,7 kann vera líkamikið um so er, at vit fáa eina góða og framtíðartryggjaða heildarloysn fyri samferðsluvkervið báðu megin tunlarnar.

 

 

Verður einki gjørt fyri at avlasta verandi vegakervi, tá ið tunnilin letur upp, verður ferðslutrýstið so mikið stórt, serliga á morgni, at tað fer at skapa langar bilrøðir, eisini inni í tunlinum. Atgerðarloysið verður ein vanlukka fyri trygdina, bæði í tunlinum og uttanfyri.

 

Broytið lógina og latið tunnilsfelagið taka sær av innkomuvegunum.

 

Annika Olsen

borgarstjóri


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her