Lawal var suverent besti leikarin

Spælarametingarnar hjá ÍF frá dystinum millum KÍ og ÍF kunnu síggjast her

Eins og vit skrivaðu fyrr í kvøld, koma leikarametingarnar frá dystinum hesa vikuna millum KÍ og ÍF hesa ferð út á in.fo. Hetta skyldast av at Sosialurin ikki kemur út í morgin, mánadagin.

 

Les eisini: KÍ dumpaði á heimavølli.

 

Sum heild eru spælarametingarnar hjá ÍF merktar av, at allir leikarar raktu ein av sínum heilt góðu døgum. Ein visti eisini undan dystinum, at tað skuldi til, um ÍF skuldi vinna so sannførandi í tí annars torføra útidystinum í Klaksvík.

 

 

Spælarametingarnar hjá ÍF:

 

Elias Rasmussen 4: Hóast hann sá ivasamur út við báðum málunum hjá KÍ, spældi ungi málverjin sum heild ein góðan dyst. Var sannførandi í luftspælinum í fleiri førum, og hevur gott av at fáa møguleikan fyri at spæla fast í Fuglafirði. Kemur at mennast nógv.

 

Leivur Joensen 4: Er kanska ikki kendur fyri góða verjuspælið, men heldur fyri góðu innleggini og at vera góður offensivt. Var tó sannførandi í verjupartinum í dag, har hann lukkaði Hjalgrím Elttør fullkomiliga niður.

 

Poul N. Mikkelsen 4: Var við aftur aftaná drúgvan skaða, og tað stabiliseraði væl hjá fuglfirðinum. Var sannførandi í mestsum øllum fasettum av verjuspælinum, og kom serstakliga væl frá uppgávuni saman við ÍF liðskiparanum, Jan Ó. Ellingsgaard.

 

Jan Ó. Ellingsgaard 4: ÍF liðskiparin spældi ein sannførandi dyst. Útstrálaði yvirskot og vinnaravilja frá fyrsta bríksli í dystinum. Spælir fyrsta árið í ár í miðverjuni, og kemur alsamt betri frá uppgávunum har.

 

Alex José dos Santos 5: Besti verjuleikarin á liðnum hjá ÍF. Átti uppleggið til fyrsta málið, tá ÍF við sonnum samba-spælið, spældi KÍ sundur og saman. Hevði sum heild eisini gott tak á í verjupartinum.

 

Karl Løkin 4: Kom sera væl frá uppgávuni á miðvøllinum, har hann saman við Kristoffuri Jakobsen, klárt vunnu miðvøllin fyri ÍF. Var sum heild tryggur á bóltinum og fylti nógv. Spældi ein góðan dyst

 

Kristoffur Jakobsen 5: Framdi kanska eitt av sínum bestu avrikum í ÍF troyggjuni. Var tryggur á bóltinum, og skoraði eisini eitt mál, tá hann við frálíkari temjing og frálíkum langskoti, legði ÍF á odda 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Andy Ó. Olsen 4: Var eins og restina av ÍF-liðnum sera væl upplagdur í dag. Bæði avleveringarnar og dribblingarnar sótu í flestu førunum, og var millum annað við í fyrsta málinum hjá ÍF. Í seinna hálvleiki mundi hann eisini komið á máltalvuna eftir frálíkt einmansavrik.

 

Ari Ó. Ellingsgaard 4: Avrikini fyrr í ár hava í fleiri førum verið heldur skiftandi. Men í dag rakti Ari Ó. Ellingsgaard ein av sínum betru døgum. Var sum heild væl upplagdur, var tryggur á bóltinum og var nógv við í spælinum hjá ÍF. Var útskiftur móti endanum av dystinum, men tað hevði ikki við avrikið at gera, men heldur fyri at fáa frískari kreftir inn.

 

Clayton Soares 4: Spældi sum álopssinnaður miðvallari, og var gott bindilið millum miðvøll og álop. Helt væl uppá bóltin, og fekk eina rúgvu av fríspørkum. Var týðuliga troyttur móti endanum av dystinum, men spældi ein góðan dyst.

 

Adeshina Lawal 6: Suverent klárt tann besti leikarin á vøllinum við Djúpumýru í dag, og tann leikarin sum var munurin millum KÍ og ÍF. Var ein støðug hóttan frá fyrsta bríksli. Megnaði eisini at skjóta trý mál, umframt at hann legði upp til málið hjá Kristoffuri Jakobsen. Suverent gott avrik sum var til eitt 6-tal.

 

Andrias Poulsen 3: Kom inn fyri Clayton Soares seinasta korterið, og arbeiddi fínt. Megnaði tó ongantíð av álvara gera stórvegis um seg. Hetta skyldast eisini, at hann ikki spældi so leingi.

 

Dánial á Lakjuni: Inni ov stutt til at fáa meting.

 

Dánial Pauli Højgaard: Inni ov stutt til at fáa meting.