fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 11.3m/s

Leita á in.fo

jørgen Niclasen, høgrumegin, og Jacob Vestergaard. Sum støðan er nú, fer Jørgen Niclasen ikki at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka bummgjaldið

Áki Bertholdsen 11.01.2017 (14:55)

Leggur ikki uppskot fyri Løgtingið um bummgjald

– Eg er meiningsleyst at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at bummgjaldið í Vágatunlinum skal takast av.

 

Tað heldur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin og vágamaður.

 

Seinastu tíðina hevur verið eitt eljustríð um bummgjaldið í Vágatunlinum.

 

Tað stendur í lógini fyri tunnilin, at tá ið útveganarkostnaðurin er goldin, skal tunnilin latast landinum fyri einki.

 

Men tað er ómøguligt at semjast um, hvat tað merkir. Jørgen Niclasen, og fleiri við honum, tvíhalda um, at útveganarkostnaðurin er sjálvt lánið í tunlinum, og tað er afturgoldið í hesum døgum. Teir siga eisini, at tað var hetta, sum lá í kortunum, tá ið lógin um tunnilin varð samtykt.

 

Hinvegin hava bæði núverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, og fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, staðfest, at partapengarnir frá landinum hoyra eisini upp í útveganarkostnaðin og tí skulu teir eisini rindast aftur, áðrenn landið yvirtekur tunnilin.

 

Tá ið Jørgen Niclasen bæði var landsstýrismaður í fíggjarmálum, og umsat Vágatunnilin í landsstýrinum, boðaði hann frá, at hann fór at leggja uppskot fyri Løgtingið, har tað varð skorið út í papp, at bummgjaldið skuldi avtakast, tá ið lánið varð goldið.

 

Hetta var í 2014 men hann legði ongantíð nakað uppskot fram, og hann segði við okkum fyrr í vikuni, at tað var tí, at umsitingin í Fíggjarmálaráðnum kom til ta niðurstøðu, at støðan var so mikið greið, at tað var óneyðugt.

 

Men støðan er kortini ikki greiðari enn so, enn at eljustríðið heldur fram.

 

 

Les eisini: Lyfti um Vágatunnilin skulu haldast

 

 

Men nú Jørgen Niclasen situr í andstøðu, sigur hann, at hann fer framvegis ikki at leggja nakað uppskot fyri Løgtingið sum nágreinar, at tá ið lánið er goldið, skal bummgjaldið avtakast.

 

– Tað er meiningsleyst at leggja uppskot fyri Løgtingið, tá ið øll samgongan atkvøður ímóti tí, sigur hann.
Hann heldur tvørtur ímóti, at tá er betri at lata vera, tí so verður tað so í øllum førum ikki felt.

 

Hann sigur, at heldur enn at leggja uppskot fyri Løgtingið, væntar og vónar hann framvegis, at tað fer at bera til at finna semju um at avtaka bummgjaldið.

 

Hann sigur eisini, at hetta er ein spurningur, øll tey politisku lokalfeløgini í Vágum arbeiða við, »og so taka vit tað haðani frá«, sigur Jørgen Niclasen.