Lego er sterkari brand enn Disney og Google

Lego verður í løtuni mett sum heimsins næststerkasta merkivøra

Urmerkið Rolex er heimsins sterkasta brand. Tað heldur Reptutation Institute, sum javnan ger yvirlit yvir heimsins sterkastu merkivørur.

Næst á listanum er Lego, sum liggur framman fyri bæði Disney, Google og Sony.

Sambært Reputation Institute er Lego so ovarliga á listanum, tí fyritøkan verður væl rikin, og lego-klossarnir leggja upp til kreativitet hjá fleiri ættarliðum.

Rolex stendur seg serliga væl, tá ið tað kemur til góðsku á vørunum og tænastu.

Seinasti topp 10 listin hjá Reputation Institute yvir heimsins bestu merki sær soleiðis út:
1. Rolex
2. Lego
3. Disney
4. Canon
5. Google
6. Bosch
7. Sony
8. Intel
9. Rolls-Royce
10. Adidas