Leirlist við Guðrið 30 ár

Tann 1. oktober verða tað 30 ár síðani, at Guðrið Poulsen lat upp keramikkverkstaðið Leirlist í gamla Hjørnahandlinum á horninum í Sjúrðargøtu/Varðagøtu í Havn.

 

Í hesum sambandi skipar hon fyri móttøku næsta sunnudag 1. oktober frá klokkan 15 til 19.

 

– Tað hevði glett meg, um viðskiftafólk, grannar, vinir og kenningar stukku inn á gólvið, sigur Guðrið Poulsen.