Leita eftir grindini

Grindaboð vóru fyrr í morgun í Gøtu, aftaná at ein bátur hevði boðað frá grind sjey fjórðingar suður úr Borðoyarnesi. Menn vóru tó ikki komin langa veg, áðrenn boð komu um, at grindin var sloppin.


- Sum eg skilji á lagnum, so er báturin, ið fann grindina, farin víðari, tí hann misti hana. Men her er kortini onkur skjóttgangandi bátar, ið ætlar sær út at leita eftir grindini. Veðrið og sýnið er so gott í dag, at tað ber kanska til at finna hana aftur, sigur Zakaris Jacobsen, ein av grindaformonnunum í Norðra-/Syðrugøtu.


Sjálvur var hann staddur í bátinum og á veg avstað, tá ið hann fekk boðini um, at grindin var sloppin.


- Her eru nógv fólk og fleiri bátar eru longu farnir avstað, tó at onkur teirra er komin inn aftur nú grindin er sloppin, sigur Zakaris Jacobsen.