fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.01.2017 (09:58)

Leita enn eftir tjóvunum

Meðan húsfólkið var í KÍ-veitslu í Klaksvík, breyt onkur inn í húsini og fór avstað við peningaskápinum. Eingin varnaðist innbrotið, fyrr enn sonurin í húsinum kom heim dagin eftir og sá, at okkurt var áfatt. Hetta var 22. oktobur í fjør.

Eg sá, at áleið 1000 evrur lógu á gólvinum. Teir pengarnir plagdu at liggja uppi á pengaskápinum hjá pápa, so eg fór inn í klædnaskápið at hyggja eftir, um pengaskápið framvegis var har, segði sonurin við in.fo tá.

 

Heilt fitt av peningi var í pengaskápinum og líkt er til, at tjóvurin ella tjóvarnir vistu júst, hvat teir vildu hava. Einki annað bleiv tikið úr húsinum, hvørki teldur, teldlar ella sjónvørp.

 

Løgreglan eftirlýsti vitnum beint eftir hendingina og fekk onkra slóð at elta, men enn er ikki borið á mál.

 

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at løgreglan enn arbeiðir við málinum, men enn er eingin skuldsettur fyri innbrotið. 

- Vit hava framvegis onkra slóð at elta og nakrar leysar endar, sum vit kanna nærri, men enn eru vit ikki komin á mál við kanningararbeiðinum, sigur hann.