Leita framvegis eftir rýmda fanganum

Fangin, sum rýmdi úr Mjørkadali í dag, er framvegis ikki afturíaftur komin.


Tað var um fimm-tíðina, at tey í varðhaldinum í Mjørkadali varnaðust, at maðurin, sum er í 40’unum, ikki var til staðar.

 

Í Mjørkadali hava fangarnir leysari teymar enn ein kanska kennir til aðrastaðni frá, tí tað hóast alt liggur nakað avsíðis, men tað forðaði so ikki hesum eina fanganum at sleppa sær til rýmingar.

 

Les eisini: Fangi rýmdur úr fongslinum í Mjørkadali

Tað er ringt veður har á leiðini í kvøld, nógvur vindur og kalt, men eftir øllum at døma væntar løgreglan, at maðurin er sloppin niður av fjallinum og kanska hevur leitað sær til Havnar.

 

Hundar og løgreglufólk hava leitað eftir manninum síðani fráboðanin kom, um at hann var burtur.

  

Les eisini: Enn ikki funnin