fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 8.3m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.02.2018 (12:50)

Leita umaftur eftir stjóra til Undirvísingarstýrið

Mentamálaráðið hevur valt at lýsa eftir stjóra til Undirvísingarstýrið av nýggjum, hóast fimm umsóknir vóru komnar inn, tá ið upprunaliga freistin var farin. Eingin frágreiðing er um, hví Mentamálaráðið søkir umaftur. 

 

 

 

 

Undirvísingarstýrið er ein fyrisitingarlig eind undir Mentamálaráðnum. Sambært lýsingini verður høvuðsuppgávan hjá stjóranum at hava ábyrgdina av fyrisitingarligum rakstraruppgávum innan undirvísingarøkið herundir yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og eftirlitið.

 

 

 

 

Talan er um 80 skúlar og stovnar við eini játtan á umleið 900 milliónir krónur, harav meiri enn helvtin beinleiðis verður stýrt fíggjarliga úr Undirvísingarstýrinum. Nýggja freistin at søkja er 21. februar. 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her