Leitingin eftir ferðamanninum steðgað

Veðrið forðar leitingini eftir horvna ferðamanninum í Fugloy. Sambært løgregluni er tað avkavað og hált. Tí steðgar leitingin í dag og verður tikin uppaftur í morgin.

 

Maðurin kom til Fugloyar við tyrluni fríggjadagin og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin, men tá ið hann ikki var komin fram, tá ið Ritan fór, varð boðað frá og síðani hevur eingin hvørki sæð, ella hoyrt nakað til hann.

 

Tey leitaðu annars á øllum hugsandi støðum í gjár, men løgreglan sigur, at tá ið tey eftirmettu støðuna í gjárkvøldið, var niðurstøðan, at tað eru nøkur einstøk pláss eftir, har tað ikki er gangandi, men sum tyrlan ikki slapp so væl fram at í gjár fyri veður.

 

Í dag hevði hann skift ætt, og tey hildu tí, at har var framkomandi í dag, tá ætlanin var at kanna tey plássini meira gjølla. Men tað verður av ongum vegna kava og hálku. Farið verður aftur at leita í morgin.

Saknaði ferðamaðurin er ein 29 ára gamal eysturríkari.