Leynavatn er ikki lagt av til vinnuligt virksemi

Rættartrygdin er rættiliga í vanda, um tað verða privatpersónar ella privat virki, sum sleppa at stýra okkara myndugleikum,

 

Um kommunan gevur Gist&Vist loyvi at byggja til vinnuligt endamál í friðaðum øki, so kann kommunan illa nokta næsta umsøkjara loyvi, sigur Føroya Sílaveiðufelag, sum nú heitir á býráðið um at steðga ætlanunum hjá Gist&Vist at flyta KOKS í smáttuna frammi við Gjónna við Leynavatn.

 

Fríggjadagin greiddi Hans Joensen, formaður í Føroya Sílaveiðufelag frá, at felagið harðliga mótmælti ætlanunum um at lata KOKS sleppa at húsast við Leynavatn, og staðiliga heitti á umsitingina hjá Tórshavnar kommunu um at steðga ætlanunum.

 

Les eisini Eingin barr skal vera við Leynavatn www.in.fo/news-detail/eingin-barr-skal-vera-a-leynavatni/

 

Í dag heitir Sílaveiðufelagið á býráðslimirnar um at gera tað sama.

- Talan er um friðað øki. Tað er uppgávan hjá okkara fólkavaldu politikarum at verja náttúru okkara, og tað kann ikki bera til at seta til viks atlitið til okkara náttúru, tí eitt virki, uttan nøkur loyvi yvirhøvur, er farið í gongd við at taka ímóti bíleggingum til matstovuvirksemi á økinum, sum tey vita er friðað og ikki er lagt út til vinnuligt endamál, skrivar Hans Joensen.

 

- Rættartrygdin er rættiliga í vanda, um tað verða privatpersónar ella privat virki, sum sleppa at stýra okkara myndugleikum, tá talan er um vernd av náttúru okkara og reglunum um vinnuligt virksemi, skrivar hann.

 

Hans Joensen heldur eisini, at kommunan er í ferð við at skapa eitt óheppið fordømi, tí um fyrst ein hevur fingið loyvi at reka vinnuligt virksemi í friðaðum øki, er torført hjá kommununi at nokta einum øðrum tað sama.

- Tí hevur hetta mál ikki bert týndning her og nú, tí um rætt ikki verður atborðið, so fær avgerðin í málinum sera álvarsligar avleiðingar framyvir, sigur hann

 

- Vit skulu inniliga heita á allar býráðslimir um ikki at geva loyvi til nevndu bygging, tí um loyvið verður givið, so eru tað býráðslimirnir, sum mugu átaka sær ábyrgdina av teimum avleiðingum hetta fer at hava, ikki bert fyri tey túsundtals fólk, sum javnan njóta friðaðu náttúru okkara, men eisini fyri sjálvt økið við Leynavatn og tað ríka djóralív, sum er í og kring vatnið, ljóðar áheitanin frá Føroya Sílaveiðufelag.